- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útheimurin
Altjóða orkustovnurin, IEA, ávarar nú lond í Evropa ímóti at steingja kjarnorkuverkini, sum tey hava, tí tørvur kann vera á orku, um Russland steingir fyri allari gassveiting.
Inflatiónin í einum av fátækastu londunum í Afrika, Zimbabwe, er hækkað upp í 192 prosent, og nú rópar tjóðbankin varskó.
Konservativi flokkurin í Bretlandi kunnger nýggja floksformannin tann 5. september.
Vegna vánaligt veður eru minst 1.000 fólk ikki sloppin úr floghavnum í Vesturgrønlandi. Flogfelagið flýgur ikki til Vesturgrønlands aftur fyrr enn í august.
Gassleiðingin er tømd, tí neyðugt viðlíkahald skal gerast. Gassleiðingin verður væntandi latin upp aftur 21. juli, men myndugleikarnir óttast, at tað ikki hendir
Illveðrið brast á leygardagin á markinum millum Argentina og Kili. Nógvur kavi legðist, so vegirnir máttu stongjast. Fleiri hundrað fólk sita føst í bilunum
Eftir at Boris Johnson í síðstu viku boðaði frá, at hann legði frá sær sum leiðari fyri konservativa flokkin, hava fleiri konservativir limir bjóðað seg fram at taka yvir
Handilshúsið Field's í Keypmannahavn letur upp aftur í morgin klokkan 10.00 eftir skottilburðin seinasta vikuskifti
SAS og flogskipararnir samdust fríggjadagin um, at hóast flogskipararnir hava boðað frá verkfalli, so fer felagið framvegis at flúgva ferðafólk heim frá fjarskotnum ferðamálum