Spreingingar elvdu til skaðan á Nord Stream

Spreingingar elvdu til skaðan á Nord Stream
Myndugleikarnir hava annars verið kvirrir, men fleiri kanningar eru longu gjørdar eftir spreingingarnar
Kanningarnar vátta, at orsøkin til lekan á Nord Stream er ógvisligar spreingingar, sigur danska løgreglan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.10.2022 - 11:42

Ógvisligar spreingingar vóru atvoldin til, at Nord Stream 1 og 2-gassleiðingarnar fóru at leka.

Tað skrivar danska løgreglan í einum tíðindaskrivi fyrrapartin.

Í tíðindaskrivinum ljóðar, at PET, fregnartænastan hjá donsku løgregluni, og løgreglan í Keypmannahavn samstarva, til tess at koma nærri einari niðurstøðu í málinum um gasslekarnar í Eystrasalti.

Myndugleikarnir hava annars verið kvirrir, men fleiri kanningar eru longu gjørdar eftir spreingingarnar.

 

Umfatandi skaði

»Kanningarnar vátta, at umfatandi skaðar eru á Nord Stream 1 og 2, og at orsøkin er ógvisligar spreingingar«, stendur millum annað í skrivligu fráboðanini.

26. september í ár varð ein leki á Nord Stream 1 staðfestur. Stutt eftir ljóðaði, at Nord Stream 2-gassleiðingin eisini var rakt.

Tað varð skjótt greitt, at fleiri spreingingar høvdu verið. Og tað eru hesar upplýsingarnar, sum løgreglan nú alment váttar í einum tíðindaskrivi.

 

 

Herverk

Danmark hevur, saman við fleiri londum, eisini sagt, at talan var um herverk. Londini hava tó einki sagt um, hvør tey halda framdi spreingingarnar.

Danska løgreglan vil ikki fara í smálutir um, hvussu altjóða løgreglusamstarvið verður skipað.

Løgreglan vil heldur ikki fortelja miðlunum meira enn tað, ið stendur í tíðindaskrivinum, sum varð sent út fyrrapartin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Andaktin
201981
Fríggjadag 26. desember
Andaktin
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972