Noreg tekur undir við ES-tiltøkum móti Iran

Noreg tekur undir við ES-tiltøkum móti Iran
Iran hevur m.a. latið russum sonevndar sjálvmorðsdronur, sum í hópatali eru sendar inn yvir Ukraina
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.
 
18.10.2022 - 14:12

ES kunngjørdi mánadagin, at tiltøk vóru sett í verk, sum raka 15 navngivnar iranar og fyritøkur. Og nú hevur Noreg gjørt av at taka undir við tiltøkunum, sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sambært NRK.

Fyri nøkrum árum síðani tyktist tað, sum Iran so líðandi aftur fór at gerast ein partur av heimssamfelagnum, eftir at hava verið útihýst síðani iransku kollveltingina. Men nú gongur hinvegin aftur.

Nógvur ófriður hevur verið í landinum, síðani iranska løgreglan tók 22 ára gomlu Masha Amini. Hon var seinni funnin deyð. 

Hennara lógarbrot var, at hon ikki gekk ílatin sambært reglunum. Iransku myndugleikarnir hava við harðari hond roynt at basa mótmælunum, og eini 215 mótmælisfólk hava latið lív.

Síðani hevur Iran eisini latið russum sonevndar sjálvmorðsdronur, sum í hópatali eru sendar inn yvir Ukraina, har tær hava elvt til stóran skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632