Nýggj finsk stjórn

Nýggj finsk stjórn
Fleiri kvinnur enn menn eru í nýggju finsku stjórnini sum nú er skipað, skrivar Vilkår. Tjóðartingið í Helsingfors góðkendi nýggju stjórnina í dag
Ríkisdagurin í Finnlandi
 
08.06.2019 - 10:28

Fyri fyrstu ferð í 16 ár standa sosialdemoktratarnir á odda fyri stjórnini. Antti Rinne verður nýggjur forsætisráðharri. 19 ráðharrar eru í stjórnini og 11 av teimum eru kvinnur.

Fimm flokkar eru í stjórnini, sosialdemokratiski flokkurin, Centerflokkurin, Tey Grønu, Vinstrasamgongan og Svenski Fólkaflokkurin. Flokkarnir hava samráðst í rúma tíð, og nú er samgonguskjal skrivað.

Finland tekur við formansskapinum í ES

Hóast Centerflokkurin hevði afturgongd á valinum, so fekk flokkurin bæði fíggjarmálaráðharran og verjumálaráðharran í nýggju stjórnini.

Fyrrverandi leiðarin í Grøna flokkinum, Pekka Haavisto, sum hevur starvast fyri ST, verður nýggjur uttanríkisráðharri. Í juli tekur Finnland við formansskapinum í ES, eftir Rumenia.

Sosialdemokratarniur gjørdust størsti flokkur á valinum 14. apríl, men var bara 0,2 prosentstig frammanfyri høgraflokkin, Sonnu finnarnir. Stjórnarflokkarnir hava 117 av teimum 200 limunum í tjóðartinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115