Gevast við at framleiða »superjumbo«

Gevast við at framleiða »superjumbo«
Airbus fer í 2021 at gevast við at framleiða Airbus A380, sum í løtuni er heimsins størsta ferðafólkaflogfar
Evropiska verksmiðjan, sum ger Airbus-flogfør, gevst við at framleiða Airbus A380-flogførini, sum er heimsins størsta ferðafólkaflogfar
 
14.02.2019 - 08:17

Evropiska verksmiðjan, sum ger Airbus-flogfør, gevst við at framleiða Airbus A380-flogførini, sum er heimsins størsta ferðafólkaflogfar. Tað skrivar felagið í fráboðan í morgun. 

Avgerðin er tikin, tí arabiska flogfelagið, Emirates, sum hevur heimstað í Sameindu Arabisku Emiratunum, hevur avgjørt at skerja bíleggingina av risastóru flogførunum, sum eru innrættað í tveimum hæddum.

 >> SÍ EISINI Flýgur heimsins fólkaríkasta ferðamannaflogfar

Sambært leiðsluni í Airbus, er tí einki grundarlag fyri framleiðsluni. Ætlanin var, at A380 skuldi kappast við vanligu jumbojet 747-flogførini hjá Boeing. 

A380 er eitt dýrt flogfar, og støddin krevur eisini, at fleiri floghavnir eru noyddar at útbyggja lendingarbreytina og terminalar fyri at kunna taka ímóti flogfarinum.

Emirates bílagt 14 flogfør

Emirates, sum hevur flest Airbus A380-flogfør og var ein av størstu kundunum, sigur í dag, at tey hava gjørt avtalu við Airbus fyri 21,4 milliardir dollarar, tað svarar til 144 milliardir krónur. 

Emirates hevur í nýggju avtaluni í mestan mun bílagt onnur sløg enn A380 frá Airbus. Emirates far tó 14 nýggj A380-flogfør fram til 2021, og sostatt eigur Emirates 123 stór flogfør.

A380 fleyg fyrstu ferð í 2008, og Airbus hevði stórar vónir til stóru flogførini, sum kunnu taka meira enn 500 ferðafólk. A380 klárar at flúgva 15.700 kilometrar á einari ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666