Sí myndirnar: 1428 springarar løgdu beinini

13.09.2021 - 15:00
Sí myndirnar: 1428 springarar løgdu beinini
Seðlarnir eftir nógv umrødda springaradrápið í Skálafirði í gjárkvøldið koma út klokkan 15.
Teir 1428 springararnir vórðu merktir bæði á Skála og á Hulki á Strondum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

1428 springarar løgdu beinini í Skálafirði í gjárkvøldið, og seðlarnir koma út klokkan 15, uppýsir sýslumaðurin.

Springaradrápið hevur fingið nógva umrøðu, bæði alment og á sosialu miðlunum.

Hans Jacob Hermansen, fyrrverandi formaður í Grindamannafelagnum, hevur sagt, at tað, sum hendi í drápinum í gjárkvøldið, oyðileggur alt tað, sum Grindamannafelagið hevur arbeitt fyri i sambandi við grindadráp. Og mótstøðufólkini hava fingið øll argument móti grindadrápi borðreidd. 

Men grindamenn á Skálafjørðinum siga, at drápið gekk ikki so illa. Trupulleikin var, at nógva fólkið á sandinum, var ikki í grind, siga teir.

Og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at drápið í gjárkvøldið fær ikki seg at umhugsa at broya reglurnar um springaradráp.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mars
Vikuskiftið 31 mars 2023
155002
Fríggjadag 31. mars
Morgunlestur fríggjadagur 31. mars 2023
154419
Hósdag 30. mars
RagnarRokk 30.mars 2023
154041
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mars
Grønjakkar í Havn
154887
Sunnudag 26. mars
Guðstænasta úr Sjóvar kirkju
154691
Sunnudag 26. mars
Andakt við Árna Joensen
154684
Fríggjadag 24. mars
Veðrið 24. Mars
154636