Sí myndirnar: Venjingin “Smyril 2022”

Innihaldið í sjálvari venjingini var, at eitt flogfar við 122 fólkum umborð í sambandi við fráferð, misti flogið og endaði partvíst á landi og partvíst á sjónum við Bíggjarvegin í Sørvági.

Venjingin fevndi bæði um skaðastaðsleiðslu og kreppuleiðslu hjá Vága Floghavn, løgregluni, Atlantic Airways og hjá torninum á flogvøllinum. Á skaðastaðnum fevndi venjingin um eldsløkking, bráðfeingis skaðaviðgerð, sjúkraflutning og leiting eftir fólkum á sjógvi og landi.

Til samans vóru luttakarar frá 18 ymiskum myndugleikum, feløgum og felagsskapum við í venjingini. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

  

 

 

Er kopiera