Nýggjur arbeiðsbólkur skal kanna hvussu rúsviðgerðin skal skipast

Nýggjur arbeiðsbólkur skal kanna hvussu rúsviðgerðin skal skipast
Hóast ein heildarætlan við 58 tilmælum um rúsevnisøkið varð gjørd í 2022, skal ein nýggjur arbeiðsbólkur nú kanna, hvussu rúsviðgerðin skal skipast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.10.2026 - 18:29

Støðan á rúsviðgerðarøkinum var til umrøðu í løgtinginum hósdagin, tá Magni Højgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spurdi Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um støðuna á økinum.

Landsstýriskvinnan upplýsti, at ein arbeiðsbólkur er settur at kanna, hvussu rúsviðgerðin skal skipast í framtíðini.

Men fleiri tinglimir vildu hava meira ferð á arbeiðið.

Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi og Magni Højgaard úr Sambandsflokkinum vóru millum teirra, sum tóku málið upp, meðan Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn setti spurnartekin við, hvat er hent við heildarætlanini frá 2022.

Heildarætlanin inniheldur 58 tilmæli um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum.

Hóast hesi tilmæli longu fyriliggja, skal nýggi arbeiðsbólkurin nú kanna, hvussu rúsviðgerðin skal skipast, og koma við sínum tilmælum í seinasta lagi í juli næsta ár.

Tað reisir spurningin, hví neyðugt er við einum nýggjum arbeiðsbólki, tá ein heildarætlan longu er gjørd.

Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum:

1839990

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334