- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar nógv gott í EM-skjáttuna við sigri á Eysturríki

Føroysku hondbóltskvinnurnar tóku eitt sannførandi fet ímóti EM-endaspælinum við 32-27 sigri á Eysturríki í dag.
Hósdagin máttu tær stríða seg upp á javnleik, men í dag var eingin ivi um, hvat av liðunum var betri.
Verjuspælið eydnaðist nógv betri, og nógv føroysk mál komu eftir skjótálop, har Jana Mittún aloftast var í miðdeplinum so ella so. Viborg-bakkurin skoraði fýra mál og legði upp til ikki minni enn 10.
Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum var besti spælarin hósdagin, spældi aftur væl í dag, og Pernille Brandenborg var føroyskur toppskjútti við sjey málum.
Allir vengurnir komu á máltalvuna, og Marita Mortensen (3) og Silja G. Eystberg (2) meldaðu seg inn í dystin sum avloysari fyri skaddu Súnu Krossteig Hansen, sum ikki nær at gerast klár til endaspælið í desember.
Næsta uppgávan hjá Føroyum eru venjingardystir ímóti Norra og Danmark í november.
Føroyskir málskjúttar: Pernille Brandenborg 7 (1), Jana Mittún 4, Maria P. Nólsoy 4, Rannvá Olsen 4, Marita Mortensen 3, Joan R. Johannesen 2, Christina Turiðardóttir Arge 2, Silja G. Eystberg 2 (1), Brynhild Pálsdóttir 1, Vár B. Zachariasen 1, Rakul Borgarlíð Joensen 1




























