- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Valfundur í Miðnámi í Vestmanna
Um eina viku verður fólkatingsvalið í Føroyum.
Miðnámsskúlin í Vestmanna var karmur um fjórða almenna valfundin í sambandi við fólkatingsvalið.
Myndir. Bjarni Árting Rubeksen
Ingolf S. Olsen, valevni fyri Tjóðveldi, situr við seinastu fyrireikingunum, áðrenn valfundurin í Miðnámi í Vestmanna skuldi byrja.
Flokkarnir, ið eru uppstillaðir til fólkatingsvalið, brúka valfundirnar til at dyrgja eftir veljarum. Her er tað Edva Jacobsen, sum stendur í básinum hjá Sambandsflokkinum.
Næmingar og starvsfólk á Miðnámi í Vestmanna eru møtt til valfundin í skúlanum, sum var almennur.
Tjóðveldi var eisini og rak í Miðnámi í Vestmanna. Flokkurin bjóðaði áhoyrarunum á valfundinum kaffi og rundstykkir.
Nógv tøkni skal til fyri at fáa valfundirnar út til Føroya fólk. Her er tað Jóhannis Joensen, valevni hjá Javnaðarflokkinum, sum verður "ílatin" til fundin og sendingina.
Kringvarp Føroya sendir valfundirnar í bæði útvarpi og sjónvarpi, og so verða fundirnir eisini stroymdir á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Føroysku flokkarnir hava eftirhondini eitt lið av starvsfólkum, sum arbeiðir fyri flokkin undir einum valstríði. Her eru tað starvsfólk hjá Sambandsflokkinum.
Ásla Laila Birgirsdóttir er eitt av nýggju andlitunum millum valevnini hjá Tjóðveldi.
Áhoyrarar í Miðnámi í Vestmanna fingu eisini høvi at seta valevnunum spurningar.
Jenis av Rana, formaður, umboðaði Miðflokkurin á valfundinum í Vestmanna.
Magni Arge, valevni fyri Tjóðveldi, var og lýddi á og rak fyri flokkin.
Armrørslurnar vóru sum vera mann stórar, tá ið valevnini sluppu fram at mikrofonini og sjónvarpstólunum. Her er tað Johan Dahl úr Sambandsflokkinum.
Lurtað varð við stórum áhuga eftir, hvat valevnini fyri teir seks flokkarnar, ið stilla upp, høvdu at bera fram í Miðnámi í Vestmanna fyrrapartin.
Anna Falkenberg, sum er abbadóttir Edmund Joensen, skal royna at lyfta arvin eftir abba sínum sum valevni hjá Sambandsflokkinum.
Jacob Vestergaard, ið er fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er ein av garvaðu valevnunum hjá Fólkaflokkinum.
Bjørg Dam, valevni fyri Javnaðarflokkin, sum eisini er forkvinna í ADHD-felagnum, hevði litað sær hárið blátt fyri at varpa ljós á, at oktober er altjóða ADHD-mánaður.
Sosialu miðlarnir eru ein týðandi partur av dagsins valstríði, og her er tað Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum fangar nakrar løtur við telefonini at fóðra ymisku pallarnar hjá flokkinum við.
Ingilín Strøm, valevni fyri Javnaðarflokkin, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnarflokkinum.
Bjarni Arge, skrivari í Javnaðarflokkinum, sum er annar av tveimum limum í Amatøroyum, hevur allarhelst sagt okkurt skemtiligt.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, valevni fyri Fólkaflokkin, og Bjørg Dam, valevni fyri Javnaðarflokkin, í einari inniligari samrøðu.
Vestmanna er heimabeitið hjá løgmanni, Bárði á Steig Nielsen, sum eisini er formaður í Sambandsflokkinum og valevni fyri flokkin.
Næmingarnir í Miðnámi í Vestmanna sodna tað, ið teir hava hoyrt á valfundinum.
So er at finna út av, hvør er hvør, og hvønn mann skal velja.
|