Sí myndirnar: Fiskur, kríggj og fosturtøka

Spenta støðan við Russlandi, trygdarpolitikkur og fiskivinnupolitikkur, og nær fiskivinnupolitikkur blívur trygdarpolitikkur, myndaðu kjakið á valfundinum í Tekniska skúla í Klaksvík fyrrapartin. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Vertirnir, Kári Mikkelsen og Tróndur Olsen, verða ílatnir til valfundin, sum bleiv sendur í útvarpinum, sjónvarpi og á stroyminum her á síðuni. 

Politiskt "túnatos" áðrenn fundin millum Árna Skaale, landsstýrismann og valevni fyri Fólkaflokkin, og Liljuna Weihe og Hervør Pálsdóttir, valevni fyri Tjóðveldi.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og valevni fyri Sambandsflokkin, og Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, í djúpari samrøðu, meðan Beinir Johannesen er upptiknari av snildfonini. 

Hanna Ovadóttir, valevni fyri Sambandsflokkin, fær síðstu ráðini frá Anniku Fossá, starvsfólk hjá Sambandsflokkinum, áðrenn hon skal leggja fram fyri flokkin. 

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, í einari stillari løtu. 

Bill Justinussen, valevni hjá Miðflokkinum, er tiltikin skemtari, og her hevur hann allarhelst sagt okkurt stuttligt við Aksel V. Johannesen, formann og valevni fyri Javnaðarflokkin. 

Klokkan er 10, og valfundurin er í luftini. 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, umboðaði flokkin á valfundinum í Tekniska skúla í Klaksvík. 

Tróndur Olsen, journalistur og vertur. 

Næmingar í Tekniska skúla fingu høvi at seta valevnunum spurningar. 

Uppmøtingin til valfundin í Tekniska skúla í Klaksvík var góð. 

Árni Skaale, landsstýrismaður og valevni fyri Fólkaflokkin, var á heimabeiti, og tað er ikki sørt, at hann vardi borg, tá ið spurningarnir blivu ov ágangandi. 

Kvinnuligu valevnini vóru væl umboðað á valfundinum á Tekniska skúla í Klaksvík, og tær hildu seg ikki aftur. Her eru tað Kristianna Winther Poulsen fyri Javnaðarflokkin, Beinta Løwe fyri Tjóðveldi og Ruth Vang fyri Framsókn, ið allar vildu til orðanna, tá ið evnið var Arktis. 

Flestu áhoyrararnir vóru áhugaðir og nærverandi og spurdu fleiri spurningar.  

Olivur Joensen er altíð klárur við myndatólinum. Klikk.

Hjá onkrum vann atdráttarmegin hjá snildfonini á kjakinum á valfundinum. 

Vertirnir, Tróndur Olsen og Kári Mikkelsen, takka fyri. 

Eyðgunn Samuelsen, valevni fyri Javnaðarflokkin, og Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og valevni fyri Fólkaflokkin, taka samanum. 

>>Stroymingin av valfundinum kann síggjast her. 

>>Her er meira tilfar um fólkatingsvalið.

Er kopiera