Myndareportasja: 3. dagur í samgongusamráðingunum

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Uni Holm Johannesen, sjónvarpsvertur, er eitt kent andlit millum manna, men eitt spildurnýtt andlit í løgtinginum. 

Liljan Weihe og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi kunnu brádliga aftur sleppa inn um tinggáttuna, um Tjóðveldi sleppur í samgongu. Tey endaðu nummar átta og níggju á Tjóðveldislistanum til valið og eru ávikavist annað og triðja varafólk hjá Tjóðveldi. 

Kristianna Winther Poulsen er vís í, at hon hevur ein sess í løgtinginum næstu fýra árini. Hon er annað varafólk hjá Javnaðarflokkinum, sum fær í øllum førum trý landsstýrisfólk - um ikki fýra. 

Dennis Holm er nývaldur fyri Tjóðveldi, og hann var eisini til staðar, nú Tjóðveldi rættiliga óvæntað aftur slapp til samráðingarborðið um eina nýggja samgongu við Javnaðarflokkin og Framsókn. 

Samgongusamráðingar eru sum at sita í einum russjibana, og tað veit Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, alt um. Fyrst blivu bæði hann og flokkurin koyrdir út á eitt síðuspor, og krøv um at endurreisa flokkin byrjaðu at 'bobla' fram úr baklandinum hjá flokkinum.

Men so setti Ruth Vang hælarnar í, tí hon vil hava ein sjálvberandi føroyskan búskap, ið ikki er tongdur at donsku ríkisveitingini, og so eru bæði Tjóðveldi og Høgni Hoydal brádliga inni aftur í hitanum. 

Skalt tú í samgongu, so skalt tú fram við hesum fólkunum. Framsóknarfólk vápnað við kaffi og beinhørðum krøvum um, at tað skal síggjast aftur í samgonguskjalinum, at Framsókn hevur buktina og báðar endarnar í samgongusamráðingunum. 

Kaffi kólnar, meðan spurningar frá grammu tíðindafólkunum skulu svarast. 

Jólini eru kanska komin tíðliga hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldi, ið tóktust heilt uttan fyri samgongusamráðingarnar í gjár, men nú aftur sita til háborðs. 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, ætlar sær ikki einki í hesum samgongusamráðingunum. Nú skal Framsókn við sínum trimum tingfólkum staðfesta sína støðu sum ein týðandi og sjálvstøðugur liberalur flokkur í føroyskum politikki, sum ikki bara er ífylla, tá ið aðrir flokkar skulu skipa samgongu. 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, er beint nú inni í hitanum, meðan Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, stendur eitt sindur uttanfyri í kuldanum og vil gjarna sleppa inn í hitan. 

"Kaffi á kannuni og Earl Grey til ein vin," sang Enekk einaferð. Í løgtinginum sást ikki nógv Earl Grey, men Sirið Stenberg umboðaði Tjóðveldi, og hon drakk kaffi. 

Sólvit Nolsø fór úr Fólkaflokkinum í Framsókn og hevur givið Framsókn ein gyltan møguleika til at vaksa seg størri, enn hann higartil hevur verið, nú flokkurin hevur tríggjar tingsessir. 

Mann kann renna undan, men mann kann ikki goyma seg í løgtinginum. Her hevur Frants Jensen, kringvarpsmaður, fangað Aksel V. Johannesen í sjálvari trappuni. 

Alt er enn yvirskipað, staðfestir Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og samráðingarleiðari, nú samráðingarnar um eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn av álvara eru byrjaðar. 

Bjarni Kárason Petersen og Framsókn smekkaðu í gjárkvøldið samgonguhurðina í framman fyri nøsini á Sambandsflokkinum, og tað gloppaði hurðina fyri Høgna Hoydal og Tjóðveldi. 

Í løtuni er tað Ruth Vang og Framsókn , sum eiga rúmið og ferðina í samráðingunum. Einasti spurningurin er, um Ruth Vang og Framsókn eru í vanda fyri at yvirspæla góðu politisku kortini, tey fingu eftir løgtingsvalið, ella um tað yvirhøvur ber til, sum politiska landslagið sær út í løtuni. 

Armrørslurnar og ambitiónirnar eru altíð stórar, tá ið Høgni Hoydal og Tjóðveldi sleppa framat. Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, ásannaði, at flokkarnir tosa sama mál, tá ið tað snýr seg um ríkisveitingina og málið at fáa ein sjálvberandi føroyskan búskap. Hugsjónarliga liggja flokkarnir tó langt hvør frá øðrum á øðrum økjum. 

Innleiðandi samráðingarnar um eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn eru skipaðar soleiðis, at forfólkini eru í einum bólki, ið samráðist um teir størstu politisku snávingarsteinarnar, meðan tingfólk og onnur umboð fyri flokkarnar samráðast um onnur mál. 

Smílini eru ongantíð serliga langt vekk á Framsóknarfólkum, og tað er í grundini væl skilligt. 

Tað skal nógv kaffi til at skipa eina samgongu. 

Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi fekk eitt sera gott val og var bara eina atkvøðu aftan fyri formannin í flokkinum. 

Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn klárur við samráðingarboðið vápnaður við feskastu tølunum. 

Lagið var gott á umboðunum fyri flokkarnar, tí Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava sitið í bæði samgongu og andstøðu saman, og tí kennast fólk væl. 

Er kopiera