Veiðigjaldið rennur aftaná

Veiðigjaldið rennur aftaná
Eingin ítøkilig ætlan er um at broyta skipanina um veiðigjøld, tí spurningurin er ikki viðgjørdur politiskt
Prísurin fyri makrel er fimmfaldaður.
 
30.10.2026 - 06:22

Eingin ítøkilig ætlan er um at broyta skipanina um veiðigjøld, tí spurningurin er ikki viðgjørdur politiskt.

Men Fíggjarmálaráðið er varugt við fyrimunir og vansar hjá skipanini.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Fróða Magnussen, løgtingsmann.

Hann spurdi um veiðigjald eftir veruligum avreiðingarprísi.

Fyrimunurin er, sigur landsstýrismaðurin, at veiðigjaldið er kent, áðrenn farið verður til fiskiskap. 

Vansin er, sigur hann, at veiðigjaldið byggir á eldri prísir.

Avreiðingarprísirnir eru frá 1. juli til 30. juni og veiðigjaldið er frá 1. aug. til 31. juli. 
   
Hetta, at veiðigjaldið verður stillað eftir prísunum árið fyri, ger, at veiðigjøldini renna aftaná gongdini í vinnuni, sigur Aksel V. Johannesen. 

Eitt nú er prísurin fyri makrel vaksin úr seks til sjey krónur fyri kilo upp 30 krónur.

Hóast makrelprísurin tvífaldaðist frá 2023 til 2024, hækkaði veiðigjaldið ikki fyrr enn árið eftir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541