Jana og Viborg millum tey bestu fýra í steypakappingini

Jana og Viborg millum tey bestu fýra í steypakappingini
Jana Mittún og tær í Viborg vunnu á Ikast í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, og skulu tí spæla Final 4, har Sønderjyske bíðar í hálvfinaluni
Jana Mittún í gjøgnumbrotsroynd ímóti Ikast í fjórðingsfinaluni av steypakappingini
Mynd: Johnny Pedersen/Ritzau Scanpix  
 
29.10.2026 - 22:36

Jana Mittún skoraði tvey mál og legði upp til trý, tá Viborg vann á Ikast í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini í kvøld.

Dysturin endaði 31-27 eftir hálvleiksstøðuna 14-13, og tí skal føroyski landsliðsbakkurin spæla Final 4-hálvfinalu ímóti Sønderjyske, meðan landsliðsvenjarin, Claus Mogensen, sum eisini er Ikast-venjari mátti takka fyri seg.

Í hinari hálvfinaluni bresta risarnir Odense og Esbjerg saman, so lutakastið kundi ikki verið betri hjá Viborg.

Tað var kortini ikki meir enn Esbjerg vann sína fjórðingsfinalu. Maria Pálsdóttir Nólsoy og tær úr København Håndbold góðu dygga mótstøðu, men taptu til endans 32-31 í evstu løtu eftir at hava verið frammanfyri við fimm í steðginum. 

Føroyingurin skoraði tvey mál upp á fimm skotroyndir og legði upp til fimm mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470