Sí myndirnar: Móttøka fyri nýggja landsstýrinum

Seinnapartin var móttøka í Tinganesi fyri nýggja landsstýrinum.

Bárður á Steig Nielsen, fráfarandi løgmaður, helt røðu fyri fráfarandi landsstýrisfólkum og nýggja løgmanninum, Akseli V. Johannesen, og ynskti blíðan byr.

Aksel V. Johannesen tilnevndi síðani nýggju landsstýrisfólkini og handaði teimum tilnevningarskjalið.

Níggju fólk manna landsstýrið, fimm menn og fýra kvinnur

Fyrr í dag valdi løgtingið Bjørt Samuelsen til forkvinnu í løgtinginum og Aksel V. Johannesen til løgmann.

Bjørt Samuelsen boðaði frá, at næsti tingfundur verður lýstur á vanligan hátt, men hann verður væntandi tíðliga í nýggja árinum.

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndir í Tinganesi seinnapartin:

Er kopiera