Norð festival: Nú er ikki at liggja sjóvarfallið av sær

Norð festival: Nú er ikki at liggja sjóvarfallið av sær
Skráin til Norð festivalin er klár. Stóra høvuðsnavnið, danski rokkbókurin D-A-D, spælir leygarkvøldið klokkan 21:45, og á skránni verður heilt sikkur "Sleeping My Day Away"
Bassleikarin í D-A-D, Stig Pedersen, við eyðkenda fýrverkshjálminum og einum av mongum serligum bassum
Mynd: D-A-D á Facebook  
 
26.08.2026 - 16:03

Fólk kunnu so smátt byrja at gleða seg til Føroya allarhelst vakrasta festival, Norð festivalin, sum verður um vikuskiftið. 

Norð festivalurin skilmarkar endan á føroyska summarinum og ársins festival-vertíð, sum byrjaði við Countryfestivalinum í Sørvági.  

Norð festivalurin hevur í ár krókt ein av heilt stóru tónlistarligu kalvunum í kongaríkinum Danmark, tí tað hevur eydnast fyriskiparunum at fáa legendariska danska rokkbólkin D-A-D at koma heilt norður til Viðareiðis at spæla. 

Limirnir í D-A-D, sum stendur fyri Disneyland After Dark, gleða seg eftir øllum at døma eisini at koma aftur til Føroyum, her teir hava verið nakrar ferðir áður.

 

Fjórða vitjanin

Um rætt er talt, so er hetta allarhelst fjórða vitjanin hjá D-A-D í Føroyum. Seinast var á Summarfestivalinum í 2011 - altso fyri 15 árum síðani. 

So tað er upp á tíðina, at D-A-D koma aftur henda vegin við hittum sum "Sleeping My Day Away", "Laugh 'n' 1/2", "Bad Craziness" og "Jihad".

Stjørnan hjá aldrandi donsku rokkarunum er ikki heilt sløknað enn, tí eftir vitjanina á Viðareiði, so gongur leiðin fyrst til Norra, áðrenn D-A-D lendir aftur í Danmark.

Men komandi vár gongur leiðin til Nýsælands og Avstralia. 

Soleiðis ljóðaði tað, tá D-A-D framførdi á Summarfestivalinum í 2011. 

 

Føroyska tónleikakarrusellin

Umframt D-A-D, so er skráin á Norð festivalinum tað, ið best kann lýsast sum føroyska tónleikakarrusellin: Eyðun, Terji og Kim, Herborg Torkilsdóttir, Sámal Ravnsfjall, Rani Nolsøe, Bjarki Hansen og so framvegis. 

Men áðrenn vit koma til karrusellina, so skal ein kúgva flettast. 

Eitt sindur forkunnigt er tað, at Hallur Joensen eisini verður at hoyra á Norð festivalinum. Hallur hevur ikki verið á sæð á ein føroyskum palli síðani hansara framførslu á Countryfestivalinum í Sørvági fyrst í summar. 

Eitt annað navn, ið er vert at leggja sær í geyma, er Blátt gras, ið skal spæla í Tjaldinum klokkan 19. 

 

Hetta spælir D-A-D

Tað er bæði trupult at spáa um veðrið og hvat tónleikabólkar kunnu finna uppá at spæla á einari konsert. 

Men vit at fara ígjøgnum setlistarnar hjá D-A-D í summar, so ber til at fáa eina hóming av, hvat vit kunnu vænta okkum frá D-A-D á Viðareiði leygardagin.

Talan er um eitt breitt bland av sangum frá hesum plátum hjá bólkinum. Har vera sangir frá "Call of the Wild" (1986), "Draws a Circle" (1987), "No Fuel Left for the Pilgrims" (1989), "Special" (1989), "Riskin' It All" (1991), "Helpyourselfish" (1995), "Everything Glows" (2000), "Monster Philosophy" (2008) og "Speed Of Darkness" (2024). 

So tað ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær, men fara at lurta eftir "Sleepin My Day Away" leygarkvøldið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086