Stórkapping skal stimbra áhugan fyri frælsum ítrótti

Gentur 9 ár fara til stroks í 400 metra rennikappingini í stórkappingini í frælsum ítrótti á Guttabreytini í Klaksvík á norðoyastevnuni leygardagin. (© Bárður Lydersen)

Fyrst á mál kom Jana Hammer úr Hvirluni við tíðini 1:29.42. Henni á baki komu Brynhild Heinadóttir úr Frælsinum, Bjarta Thomsen úr Treystinum og Anna Nónstein úr Hvirluni. (© Bárður Lydersen)

Einki er sum heiti barmurin hjá mammu. Stuðul er umráðandi, men eisini hjálpin til at fyriskipa eina so stóra kapping, siga fyriskipararnir úr Frælsum ítrótti Føroyum. Til júst hesa kappingina vóru 72 luttakarar - flestu børn - meldað til.  (© Bárður Lydersen)

Heilt grundleggjandi hugsanin fyri stórkappingarnar er at eggja øllum - serliga børnunum og teimum ungu - at royna seg í øllum greinum í frælsum ítrótti. Her er tað Ai Waagstein, ið setti persónligt met fyri gentur 17 ár, tá hon varpaði kúluna út á 8,56 metrar í øðrum varpi. (© Bárður Lydersen)

Óli Skorheim setur her føturnar niður í sandin á 4,78 metrum í sínum fyrsta lopi. Tað var bæði persónligt met og nóg langt til at vinna kappingina í longdarlopi fyri dreingir 13 ár. (© Bárður Lydersen)

Stórkapping í frælsum ítrótti er skipað í trimum umførum. Tvey á Tórsbreyt og eitt umfar á Guttabreyt í Klaksvík. Til hvørja kapping er møguleiki at luttaka í sprinti, miðteini, lopi og kasti. Eftir 3. stórkapping verða heiðursmerki handað. (© Bárður Lydersen)

Monika Sigurðsdóttir Vang úr Bragdinum var sera sannførandi á 800 metrum fyri gentur 17 ár. Monika vann kappingina við tíðini 2:50.54, sum eisini er persónligt met, framman fyri liðfelagarnar Guðrið Høgenni og Astrið Hanusdóttir av Steinum somuleiðis úr Bragdinum. (© Bárður Lydersen)

Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir, hvør íðkari hevur flest stig eftir øll trý umførini í stórkappingini, tvs. at øll trý umførini telja við. Fyri at fáa heiðursmerki, skal íðkarin hava luttikið í minst tveimum Raska stórkappingum. (© Bárður Lydersen)

Veðrið skikkaði sær heilt væl undir kappingunum á Guttabreyt á norðoyastevnu leygardagin, og nógv foreldur, systkin og ommur og abbar vóru og fylgdu við. (© Bárður Lydersen)

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð vann kappingina og setti persónligt met í kúluvarpi fyri gentur 15 ár, tá hon varpaði kúluna út á 7.74 metrar.  (© Bárður Lydersen)

Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu samanlagt í hvørjum aldursbólki í hvørjari høvuðsgrein. Harumframt verður steyp latið gentu og dreingi, íð hevur savnað flest stig tilsamans í einum aldursbólki, og tá telja allar kappingarnar við.  (© Bárður Lydersen)

Tað er Frælsur ítróttur Føroyar sum skipar kappingarnar saman við lokalfeløgunum. (© Bárður Lydersen)

Emily Thomsen úr Treystinum gjørdi reint borð hjá gentum 11 ár, sum mann sigur. Hon vann allar kappingarnar, hon luttók í. 200 og 400 metra renning, longdarlop og kúluvarp. Og hon setti persónligt met í øllum kappingunum uttan í 400 metrum, har hon hinvegin rann sína bestu tíð í ár. (© Bárður Lydersen)

Eitt umfar er eftir í ársins stórkapping, og tað verður á Tórsbreyt í Havn 22. juni. (© Bárður Lydersen)

(© Bárður Lydersen)

Er kopiera

Meira um sama evni