Christian Andreasen: Eitt HM uttan UEFA-londini er púra órealistiskt

Christian Andreasen: Eitt HM uttan UEFA-londini er púra órealistiskt
UEFA hóttir við at boykotta heimsmeistarakappingarnar í fótbólti, um FIFA heldur á við ætlanini at loyva privatum íleggjarum uppí at forvinna pengar burturúr FIFA-kappingum.
Christian Andreasen, FSF-forseti
 
30.07.2026 - 19:28

FSF-forsetin staðfestir, at viðurskiftini ímillum evropiska fótbóltssambandið UEFA og heimssambandið FIFA eru sera vánalig í løtuni. Í gjár kom FIFA til UEFA við einum uppskoti um at loyva privatum íleggjarum at vera við til at fíggja heimsmeistarakappingarnar í fótbólti. Ætlanin hjá FIFA er at gera eitt handilsligt felag, FIFA Forward Enterprise, sum skal umsita øll handilslig rættindi, so sum sjónvarpsrættindi, stuðlar og atgongumerkjasølu. FIFA skal eftir ætlan eiga meirilutan í felagnum, men skal eisini fáa privatar íleggjarar uppí.

- Hetta uppskotið frá FIFA kom sum á miðjari nátt í gjár, og tað hevði við sær, at UEFA kallaði inn til fund í dag. Har var greið semja um, at hetta uppskotið hjá FIFA er als ikki viðgjørt, sigur Christian Andreasen, sum umboðar føroyska fótbóltssambandið í UEFA.

- Í uppskotinum frá FIFA verður sagt, at hetta at fáa privatar íleggjarar við skal geva meira pengar til limalondini, serliga okkum smáu. Okkara inntøkur vórðu sagdar at kunna tvífaldast, greiðir Christan Andreasen frá.

Ætlanin, skrivar týski miðilin DW, er at fáa íleggjarar at seta umleið 27 milliardir krónur í felagið í ár, og at tað við tíðini skal hava eitt virði upp á 129 milliardir krónur. Men UEFA heldur ikki, at ætlanin hjá FIFA er lokkandi. Felagsskapurin segði í gjár, at “FIFA kann ikki sleppa at brúka okkara ítrótt til at ríka seg sjálvi og vinir sínar upp.” Tí boðaði UEFA frá í dag, at um ikki FIFA sleppir ætlanini at bjóða privatum íleggjarum upp í FIFA Forward Enterprise, fer onki evropiskt lið at spæla við í heimsmeistarakappingunum í fótbólti. 

Christian Andreasen sigur, at málið er prinsipielt.

- Fótbólturin er líkasum sjálvstýrandi. Kappingarnar verða uppbygdar av limalondunum, og inntøkurnar verða býttar solidariskt ímillum limalondini. Mann er bangin fyri, at um privatir íleggjarar koma uppí, missa londini ræðið á sjálvum fótbóltinum. Tí tað vita vit jú, at íleggjarar vilja hava okkurt afturfyri, seta teir pengar í okkurt.

FSF-forsetin heldur ikki, at uppskotið hjá FIFA hevur nakran kjans at koma ígjøgnum, hóast limalondini í FIFA eru 211 í tali, og UEFA bert eigur 55 av teimum.

- Mann skal minnast til, at nógv tann størsti parturin av fótbóltinum er í UEFA. Ein HM-kapping utttan UEFA er púra órealistiskt. Eg vænti slett ikki, at hatta kemur ígjøgnum yvirhøvur.

 

Hoyr innslagið í tíðindunum kl 18.00 her: 

1824865

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938