Myndareportasja: Størsta leiklistarliga uppseting í Føroya søgu

Seinastu vikurnar hevur Glasir samstarvað við leikbólkarnar Det Ferösche Compagnie og Tvazz um verkætlanina Romeo og Julia. Romeo og Julia, sum Búi Dam leikstjórnar, er 11. leikur, sum miðnám í Havn hevur sett upp. Hesa ferð er talan um ein sjónleik og ikki ein sangleik. 

Í uppsetingini á Glasir av klassikarinum hjá Shakespeare um Romeo og Juliu er kærleiki ein sótt. Um tað mundi, tá William Shakespeare seint í 16. øld og fyrst í 17. øl skrivaði nakrar av sínum mest kendu sjónleikum, herjaði sóttin í Onglandi, serliga í London. William Shakespeare sat ofta sjálvur í sóttarhaldi og skrivaði. Sóttin spælir eisini ein avgerðandi leiklut í Romeo og Julia, tí at týðandi boð verða forðaði av sóttarhaldi, og avleiðingin er ein sorgarleikur.

Í tí fagra býi Verona stendur stríðið millum tvær familjur, Capulet og Montague, sum hvør í sínum lagi eru sannførdar um, at tær umboða tað góða og hini tað ónda. Hvør orsøkin er til hesa spjaðandi gjógv, veit eingin at siga frá. Men, tá Romeo Montague og Julia Capulet forelska seg út um øll mørk, hvørvur markið millum hesar drápiligu mótsetningar. Men hvørjar eru avleiðingarnar av hesum treytaleysa kærleika?

Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu hevur mann tveir leikarahópar til ein leik, tað vil siga, at tað eru tveir leikarar, sum skiftast um at spæla hvønn leiklut. Hjørdis Rannváardóttir Reistrup deilir høvuðsleiklutin sum Julia við Kristinu Halgaklett. Romeo og Julia er ætlaður sum fyrsti spírin til fyrsta ordiliga sjónleikaraskúlan í Føroyum, tí málið við leikinum er at menna so nógv ung sum gjørligt, leiklistarliga og menniskjaliga.

Magnus Reinert Gásadal er her væl ávegis inn í leiklutin sum Paris greivi, ið er skyldmaður fúrstan í Verona. 

Marita S. Dalsgaard spælir leiklutin fransiskanaranunnan Móðir Lorenza, ið giftir Romeo og Juliu við. Fyri Móðir Lorenzu er eingin ivi: Kærleikin er størstur, og hann kann tað, ið skilið ei kann. Harumframt hevur Marita, ið er útbúgvin sjóleikarinna, eisini undirvíst og persónsleikstjórnað ungu áhugaleikarum í Romeo og Julia. 

Gunnvá Zachariasen, framleiðari, sjónleikari og stovnari av leikarabólkinum Tvazz, spælir leiklutin sum Capulet. "At skapa leiklist í Føroyum í dag er ein avbjóðing, ja, ein forðarenning. Lítil stuðul er til økið, alt er vorðið munandi dýrari. Ongi leikhús eru, sum hava rúm og umstøður, og vit bíða enn eftir einum virðiligum tjóðleikhús. Vit, sum fáast við palllist, vóna inniliga, at hetta leikhúsið kemur í okkara tíð. Uppaftur meiri vóna vit, at tað stendur har, tá ið næsta ættarlið av leiklistafólki tekur við. Vónandi teljast fleiri av teimum ungu, sum vit síggja í Romeo og Juliu, við í komandi ættarliði av yrkisfólki innan palllistina."

Yrkisleikaranir Gunnvá Zachariasen, Marita Dalsgaard, Bárður Person, Búi Dam og Mariann Hansen, sum sæst á myndini, hava allir givið ungu leikarunum úr Glasir frálæru í at spæla sjónleik. Sjálv spælir Mariann Hansen fostran hjá Juliu. 

Tveir av áhugaleikarunum, ið eru við í Romeo og Juliu. 17 ára gamli Kristian Herluf Poulsen, sum gongur í NámX og spælir Benvolio, vinmaður og skyldmaður Romeo. Og 35 ára gamli Bjørn Ulvedal Simonsen, sum starvast sum timburmaður í dagtímunum og spælir sjónleik í fríðtíðini. Bjørn spælir leiklutin sum Mercutio, vinmaður Romeo.

Uden mad og drikke duer helten ikke, og tað duga leikararnir í Romeo og Juliu heldur ikki. 

Romeo og Julia er ein stórsligin, nútímans verkætlan, sum hevur kostað nógv, og hon er skapað av yrkisleikarum, ið eru heimleysir listarliga, tí vit einki tjóðleikhús hava. 

Bárður Person, ið er yrkisleikari, spælir fúrstin í Romeo og Julia og hevur eisini vegleitt áhugaleikarunum. 

Við sínum 19.500 fermetrum og óteljandi kubikkmetrum, so er Glasir ein avbjóðing at pallseta ein leik í. Pallsetingin av Romeo og Juliu er eisini tann størsta nakrantíð í Føroya søgu, og hana hevur Sámal Blak staðið fyri. 

Brunnurin, sum Mest hevur gjørt til endamálið, og sum er har eitt eikitræ einaferð stóð, er eitt religiøst savningarstað í uppsetingini av Romeo og Juliu á Glasir. Brunnurin nemur við dóp og reinsan eftir til dømis katólskum ritualum, og millum annað verða Romeo og Julia vígd í brunninum. 

Umframt at leikstjórna Romeo og Juliu, so spælir Búi Dam eisini leiklutin sum Montague, pápi Romeo. 

Kristina Halgaklett, sum er 18 ára gomul og úr Sørvági, gongur í 23B á hugbreytini á Glasi. Men Kristina er eisini ein av tveimum Julia í Romeo og Julia. 

"Tað var eitt stórt og vakurt upplivilsi á Glasi í kvøld. Fantastiskt at uppliva okkara ungu saman við royndum yrkislistafólkum, ljóð og ljósfólkum. Tað tey hava fingið burturúr er onki minni enn eitt meistaraverk." (Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, á Facebook)

"Romeo og Julia á Glasi er bæði ein skúlaverkætlan og eitt framúr ambitiøst leiklistaverk hvørs líka vit ikki hava sæð áður (...) Tá so deyðin kortini kom við síni troyttandi ævigu tøgn og sorgblíðu harmaljóð Bachs stillisliga breiddu seg niður yvir okkara sorgarbundnu høvur, var tað so vakurt, at hjartað gloymdi eitt slag, so at eygað misti eitt tár." (Kinna Poulsen, Listaportalurin) 

“Viðhvørt er dygd í tí, tey rópa ilt. Og dygdin sjálv kann saktans verða spilt,” sigur Móðir Lorenza, sum vígur Romeo og Juliu við orðunum: “Tann halga kirkja eitt úr tveimum ger, tí kanska kærleiki millum ung, kann enda ættarstríð og forløg tung."

 

Er kopiera

Meira um sama evni