Nú kemur Julius í Likkudali 2

Nú kemur Julius í Likkudali 2
Tað eru tvey ár síðani, at sangleikurin Julius gekk fyri fullum húsum
 
30.10.2024 - 14:26
1705369


Í november byrjar nýggjur føroyskur sangleikur í Norðurlandahúsinum. Talan er um Julius í Likkudali 2. Sasho Bjartsson stendur fyri framleiðsluni, hevur skrivað leikritið, og leikstjórnar.

Bjarki Virgarsson Trondesen er eins og fyri tveimum árum síðani millum høvuðsleikararnar. Hetta er ein stuttlig uppgáva. Hóast eg altíð eri eitt sindur nervøsur, dámar mær væl at vera á pallinum, sigur 13 ára gamli Bjarki.

- Sangleikurin snýr seg um somu familjuna, sum býr í hugnaligu jólagøtuni í Likkudali. Sonurin og pápin eru serliga spentir, tí pápin hevur fingið boð um, at hann skal vera sirkusstjóri á stóra jólasirkusinum í Likkudali. Men av serligari ørsøk sveima hansara tankar til heldur at halda jól á Gran Canaria, tá ein skótagenta, ið selur lutaseðlar, bankar á dyrnar.

Beinir Troest Rasmussen hevur gjørt fimm spildurnýggjar sangir til leikin.

Leikstjóri - Sasho Bjartsson
Tónleikaframleiðari - Kristoffer Mørkere
Sangir - Beinir Troest Rasmussen
Kórskipari - Ásbjørn Berthelsen
Koreografur - Diana Hansen & Gunnrið Mikkelsen
Pallur - Glasir
Ljóssniðgevi - Villam Soo Joensen
Framleiðslustjóri - Sasho Bjartsson

Leikarar:
Bjarki Virgarsson Trondesen
Petur Meinhard Ellebye Andersen
Andreas Samuelsen
Rógvi Brekku Dam
Julius í Likkudali

Dansarar:
Jóhanna Rúnadóttir Hvannastein
Lóa Ragnarsdóttir Trier
Natasja Gaardbo á Løgmannsbø
Frida Bogadóttir
Katrin Støylen Mohr
Rósa Ranadóttir Christiansen
Eva í Stórustovu
Arnbjørg Jacobsen
Silja Trúgvadóttir
Gunnhild Oliva Gunnarsdóttir Højsted

Kórfólk:
Ecaterina Mindru
Elisabeth Árting Mørk
Eva Kjelnæs Patursson
Jóna Reinert Joensen
Katrin Lilja Lamain
Mikala Á Heygum Niclasen
Olivia Reinert Joensen
Vera Alstrup

Frumsýning verður 22. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023

Meira um sama evni