Skuldsettur fyri barnaporno - varðhaldsfongslingin longd

Skuldsettur fyri barnaporno - varðhaldsfongslingin longd
Maðurin góðtók sjálvboðin, at varðhaldsfongslingin var longd, so eingin rættarfundur var
Maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 2. oktober.
 
27.11.2024 - 11:08

Ein maður, sum var varðhaldsfongslaður 2. oktober fyri at deila pornografiskt tilfar av børnum, skal vera í varðhaldinum til 23. desember.

Tað var avgjørt í Føroya rætti í morgun.

Maðurin góðtók sjálvboðin, at varðhaldsfongslingin var longd, so eingin rættarfundur var.

Ein annar maður, sum eisini var tikin í heyst fyri at deila pornografiskt tilfar av børnum, skal í Føroya rætt um eina viku.

Talan er í báðum førum um eitt NCMEC-mál.

 

Politiið fekk boð

Tey byrjaðu við, at politiið í Føroyum fekk boð frá felagskapinum National Center for Missing & Exploited Children (NCMEC) í USA um, at tilfar, sum kann vera ólógligt, er deilt á internetinum. 

Endamálið hjá NCMEC er millum annað at fyribyrgja, at børn vera kynsliga misnýtt á netinum.

Annar maðurin er í 30unum og hin í 40unum.

Eitt er at hava barnaporno í sínari egnu teldu, men tað er skerpandi at deila tað við onnur.

Revsiramman er tá upp í seks ára fongsul.

Børnini í barnapornografiska tilfarinum eru ikki eyðmerkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809