Sirið Stenberg nýggj varaløgkvinna

Sirið Stenberg nýggj varaløgkvinna
Hon tekur við eftir Høgna Hoydal, sum ikki longur er formaður í Tjóðveldi
Sirið Stenberg hevur tikið við málsøkinum sum varaløgkvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.11.2024 - 14:11

Nýggja forkvinnan í Tjóðveldi, Sirið Stenberg, er nú varaløgkvinna í landsstýrinum. 

Tað verður kunngjørt í Kunngerðablaðnum.

Hon hevur tikið við málsøkinum eftir Høgna Hoydal, sum hevur lagt frá sær sum floksformaður í Tjóðveldi.

Hann hevur verið varaløgmaður, síðani samgongan var skipað eftir valið í desember 2022. 

Sirið Stenberg umsitur almanna- og mentamál í landsstýrinum, og Høgni Hoydal er landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809