Í myndum: Bæði trivaligt og trilvandi

Føroysku leikararnir vóru avslappaðir og sjálvvissar, tá teir gingu stutta túrin frá gistingarhúsinum yvir í SWT Arena í Trier at spæla síðsta innleiðandi dystin móti Paraguai - ein dystur, ið tær ikki máttu tapa, við at vera vísar í at sleppa í millumumfarið í heimsmeistarakappingini. (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Dómararnir í dystinum vóru Alenezi Maali og Alnaseem Dalal úr Kuvait.  (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

(Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Avrikið hjá føroysku hondbóltskvinnunum móti Paraguai var eitt sindur trilvandi í stórum pørtum av dystinum - serliga í fyrra hálvleiki. Lyklaleikararnir Jana Mittún og Súna Hansen virkaðu eitt sindur tungar og óneyvar í álopsspælinum. (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Leikararnir úr Paraguai vóru kvikir og elvdu til nógv høvuðsbrýggj hjá føroysku verjuni (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Enn einaferð vísti Rakul Wardum stórspæl og gjørdi, at Føroyar fingu fótin framum Paraguai í fyrra hálvleiki (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Føroysku kvinnurnar áttu at havt kipt Paraguai í fyrra hálvleiki, tí Føroyar vóru væl betra liðið. Men tíverri valdu føroysku leikararnir enn einaferð at skjóta ein málverja heitan. (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Einasta orsøkin til, at Føroyar ikki vóru frammanfyri við fimm til tíggju málum í hálvleikinum, var málverjin hjá Paraguai, Fatima Ocampos Morel (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Føroyska trýstið var tó ov tungt, og Føroyar vóru á odda við trimum, 16-13, í hálvleikinum (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Tað er enn óvist, hvat Claus Møller, landsliðsvenjarin, hevur sagt í hálvleikinum, men Føroyar komu flúgvandi út til seinna hálvleik. Skjótt vóru føroyar frammanfyri við fýra og fimm málum, og so kundi venjarin hvíla lyklaleikararnar, og lat ungar leyvur sum Karin Egholm og Onnu Elisabeth Halsdtórri Weyhe sleppa inn at spæla. (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Eisini leikarar sum Bjarta Johansen, Marita Mortensen, Marianna Geirsdóttir Eystberg og Elsa Egholm sluppu at royna seg á bakplássunum. (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

 

Í seinna hálvleiki runnu kviku leikararnir úr Paraguai seg eisini í Double Trouble í føroysku verjuni, tí tá sluppu tvíburðarnir, Lív og Vár Zachariasen, at standa og verja saman. (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Tá avtornaði, so høvdu Føroyar smurt Paraguai av við ellivu málum, 36-25. Dagins leikari Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen helt av álvara lív í føroyska álopsspælinum í fyrra hálvleiki. (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Nú bíða Týskland, Serbia og Ísland eftir Føroyum í HM-millumumfarinum. (Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

(Mynd: Jure Ezren / kolektiff)

Er kopiera