- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svenskar fyritøkur vilja byggja tunlarnar
Svenskar fyritøkur vilja byggja tunlarnar
Svensku fyritøkurnar NCC og SEB liggja framvið at sleppa at fíggja og byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin
Umboð fyri NCC
27.05.2014 - 19:57
NCC er í Føroyum saman við fleiri øðrum svenskum fyritøkum og svenska vinnumálaráðharranum. Millum fyritøkurnar er eisini vinnulívsbankin SEB, og hann vil somuleiðis upp í part í undirsjóvartunlunum.
NCC stóð fyri arbeiðinum at gera hinar báðar undirsjóvartunlarnar, og SEB kennir eisini til føroysk viðurskifti, tí vinnilívsbankin fíggjar ein stóran part av íløgunum hjá SEV.
Bergur Poulsen, nevndarformaður í partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar, sigur, at hann fer at tosa við fleiri fyritøkur, og tað ikki avgjørt er ein fyrimunur, at eitt felag hevur arbeitt í Føroyum fyrr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

















