Lars Olsen: Vit eru favorittar

Lars Olsen: Vit eru favorittar
Lars Olsen hevur í dag úttikið hópin sum skal spæla ímóti Andorra. Venjarin heldur, at Føroyar eru favorittar
13.03.2017 - 11:09

Hóast karantena, skaðar og avboð hava gjørt tað torført hjá Lars Olsen, landsliðsvenjara, at úttaka hópin hesaferð, so heldur hann, at Føroyar eru favorittar at vinna móti Andorra.

Skulu Føroyar vinna krevur tað tó, at liðið spælir sítt besta spæl. Gera Føroyar ikki tað kunnu vit tapa fyri Andorra, sigur Lars Olsen.

Mangla nógvir spælarar

Tað hevur ikki verið lætt at úttaka hópin hesaferð, tí nógvir spælarar eru ikki tøkir av ymiskum orsøkum.

Fróði Benjaminsen, karantenu

Brandur H. Olsen, skaddur

Sonni Ragnar Nattestad, skaddur

Rene Shaki Joensen, skaddur

Heini Vatnsdal, skaddur

Árni Frederiksberg, avboð orsaka av útbúgving 

Róaldur Jakobsen, avboð orsaka av útbúgving

Nógvu avboðini hava við sær, at aðrir hava fingið fingið møguleikan, m.a. Hørður Askham og Jóannes Bjartalíð úr KÍ.

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH (ÍSL)
Teitur M. Gestsson, HB
Símun Rógvi Hansen, NSÍ
Jónas Þór Næs, ÍBV (ÍSL)
Atli Gregersen, Víkingur
Hørdur Askham, KÍ
Jóhan Troest Davidsen, HB
Odmar Færø, B36
Bárður Hansen, NSÍ
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Rógvi Baldvinsson, Bryne (NOR)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ÍSL)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, OB (DEN)
Klæmint Olsen, NSÍ
Páll Klettskarð, KÍ

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343