Ingálvur byrjaði og endaði í Tryggingarfelagnum

Ingálvur byrjaði og endaði í Tryggingarfelagnum
Ein hálv øld er millum báðar málningarnar eftir Ingálvi av Reyni í móttøkuni í gamla Tryggingarfelagnum í Havn.
20.04.2018 - 20:05

Í móttøkuni í gamla Tryggingarfelagnum við Kongabrúnna í Havn hanga tveir málningar.

Sami málari, somu litir; men tvey ymisk tíðarskeið.

Fyrra málningin av Tinganesi málaði Ingálvur av Reyni 27 ára gamal undir Seinna Heimsbardaga á skrivstovuni hjá pápanum, sum varð stjóri í Trygginarfelagnum Føroyar.

Seinni málningurin, Gjøgnum tíð og rúmd, er málaður næstan 60 ár seinni. Hann skuldi upprunaliga hanga í løgtingssalinum, men Tryggingarfelagið endaði við at keypa hann.

Báðir málningarnir eru ikki hinir einastu, sum Tryggingarfelagið  -nú Betri Samtakið - eigur. Fleiri av listarverkunum eru samtíðarlist, sum starvsfólk í innanhýsis listarbólkinum hava borið eyga við.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334