ES vil herða eftirlitið við landamørkini

ES vil herða eftirlitið við landamørkini
Talið á marknavørðum skal økjast upp í 30.000
Uppskotið kemur eftir, at meira enn 72.000 fólk fóru um markið til spanska økið Ceuta í Norðurafrika í summar.
Mynd: El Pais  
 
27.10.2026 - 14:36

ES vil herða eftirlitið við landamørkini til Evropa, og talið á marknavørðum skal økjast upp í 30.000.

Tað er partur av nýggjum uppskoti, sum ES-nevndin hevur lagt fram.

Ætlanin er at styrkja evropeiska marknaeftirlitsstovnin Frontex, sum skal hava fleiri starvsfólk og størri heimildir.

 

Serlig tilbúgving

Millum annað skal Frontex hava eina serliga tilbúgving, sum kann verða sett inn innan 24 tímar, tá kreppustøður taka seg upp við landamørkini.

Uppskotið kemur eftir, at meira enn 72.000 fólk fóru um markið til spanska økið Ceuta í Norðurafrika í summar.

Sambært danska kringvarpinum hava fleiri ES-lond, teirra millum Danmark, kravt, at eftirlitið við ytru landamørkini verður hert.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674