Loysn til stórar orkunýtarar, sum vilja leggja um til varandi orku

Loysn til stórar orkunýtarar, sum vilja leggja um til varandi orku
Eitt dømi er Eysturlund, sum skal gera streym til Havsbrún
 
27.10.2026 - 14:32

Sev arbeiðir við einari loysn til stórar orkunýtarar, serliga ídnaðarfyritøkur, sum vilja leggja um til varandi orku. 

Eitt dømi er Eysturlund, sum skal gera streym til Havsbrún.

Í veðurlagspolitikkinum frá 2021 verður staðfest, at brúk er fyri loysnum til at gera streym til ídnaðin, sum brúkar nógva olju. 

Størstu oljubrúkarar eru fóðurframleiðsla og stórar maskinur í byggivinnuni. 

 

Burðardygt samstarvsmodell

Higartil hevur ikki borið til at finna hóskandi loysnir til hesa avbjóðing við verandi lógarrammu, sigur Sev.

Men nú er uppskot um nýtt burðardygt samstarvsmodell.

Í stuttum skal framleiðari selja Sev varandi orku.

Sev selur so orkuna víðari til ídnaðin, sum vil brúka varandi orku í staðin fyri olju.

Les meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058