Stórar fyritøkur mugu uppføra seg ordiligt

Stórar fyritøkur mugu uppføra seg ordiligt
Eins og í Íslandi standa vit nú á einum moralskum vegamóti í fiskivinnuni, sigur Pól Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic
Pól Huus Sólstein, stjóri á North Pelagic
02.12.2019 - 20:01

Tá eg síggi, at mínir útlendsku/føroysku kappingarneytar gera tingini upp á ein annan máta enn eg, so tali eg at. Tað sigur Pól Huus, sum í Degi&Viku í kvøld greiddi frá tí, sum hann upplivir í vinnuni. 

Tí hann vísir á, at eitt nú Næraberg, sum hevur føroyskan og hollendskan ognarskap, selur júst sama fiskaslag, sum er viðgjørdur á júst sama hátt, fyri 90 oyru minni enn skipið Norðborg. Hetta er munur í miðal yvir 10 ár, sambært almennu tølunum hjá Vørn. 

Hanus Hansen vildi ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag. Hann afturvísur tó, at tað er júst sama vøra. Hann sigur, at hann heldur Norðborg ger meira við fiskin enn Næraberg. Pól Huus, sum selur fiskin hjá millum annað Norðborg afturvísur hinvegin pástandin, og sigur, at tað er júst sama vøra, sum talan er um. 

Hesi 90 oyrunum blíva til nógvar pengar yvir 10 ár. Tí Næraberg hevur fiskað áleið 150.000 tons av svartkjafti í hesum tíðarskeiði og 90 oyru minni prís fyri tann fiskin svarar til 150 milliónir krónur. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454