Sámal & Benjamin í løtuni: – Hetta er jú eitt vandamikið samstarv 

Sámal & Benjamin í løtuni: – Hetta er jú eitt vandamikið samstarv 
Tveir royndir føroyskir tónleikarar hava funnið saman og geva einum føroyskum klassikara nýtt lív
Kristina Sundstein
06.08.2026 - 19:00

Í Klaksvík er javnur stremur av fólki, sum leitar sær oman á festivaløkið. Ársins Summarfestivalur byrjar í kvøld, og Kringvarp Føroya er við til allan festivalin. Vit leggja út myndir, samrøður og innsløg beinleiðis av festivalinum. Eisini framleiða vit nýggj innsløg í røðini "Í løtuni", har tónleikaframførslur verða tiknar upp úti í føroysku náttúruni. 

Fyrstu gestirnir "í løtuni" á Summarfestivalinum eru Sámal & Benjamin, sum í kvøld fara á pall í Tjaldinum. 

Sámal Ravnsfjall og Benjamin Petersen eru báðir kend nøvn á føroyska tónleikapallinum. Í mong ár hava teir framført bæði sum solistar og saman við ymiskum bólkum. Nú hava teir tikið stigið til at spæla saman. 

 
(Mynd: Kristina Sundstein) Sámal & Benjamin spæla í Tjaldinum í kvøld kl. 20.

Eitt vandamikið samstarv 

Til framførsluna í løtuni hava teir valt at spæla sangin "Tíðin", sum Annika Hoydal gav út á plátuni Dulcinea. Teir halda, at lagið hevur verið ov lítið spælt, og vilja tí geva tí nýtt lív.  

Tá teir vóru spurdir, hvussu samstarvið kom í lag, var svarið einfalt. 

– Hetta er jú eitt vandamikið samstarv. Sámal misti sín makkara, Jóan Jakku Guttesen. Eg hevði jú ein makkara, Petur Poulsen. Hann er so enn á lívi, men fekk eina heilabløðing. So vit spæla eitt sindur við eld, sigur Benjamin Petersen.  

Við einum brosi leggja leggur Sámal afturat: 

– Vit vita ikki, hvør verður tann næsti. 

Teir nevna eisini, at báðir ganga við leðuvesti og dáma sera væl blues. Tí lá beint fyri at royna eitt samstarv. 

Samspælið teirra millum ber boð um, at teir hava spælt nógv saman, men framførslan í Tjaldinum í kvøld verður tann størsta higartil. 

Á skránni verður ein fjølbroytt konsert við bæði kendum og minni kendum sangum. Umframt "Tíðina" hjá Anniku Hoydal lova teir eisini fleiri aðrar klassikarar. 

Hoyr Sámal & Benjamin í løtuni omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860