- Tíðindi, mentan og ítróttur
SF26: Hamrandi gott á Vágsbøi

Við sínum eyðkendu kvæða-, sagns-, og vísuløgum, sum verða smíðað saman við glóðheitum metaltónum, fór Hamradun á pall á Vágsbøði kl. 22 hóskvøldi. Hetta kvøldið skuldi vísa seg at vera tað stórsta sum bólkurin hevur havt í Føroyum higartil.
Hamradun spæla føroyskan fólkatungmálmstónleik, og ofta eru løgini tulkingar av føroyskum kvæðum, søgnum og mentanararvi. Tónleikurin sjálvur er merktur av kraftmiklum gittarspæli, melodiskum løgum, og hørðum víkingakendum rútmum, alt stoypt innan tungmálmskarmarnar.
Myndir: Finnur Justinussen / leit.fo
Í útvarpstíðindunum klokkan 18 hósdag segði forsangarin, Poul Arni Holm, at hetta er fyrstu ferð, at bólkurin sleppur at opna festivalin, og at hetta var ein stórur heiður. Somuleiðis heitti hann á allar festivalgestir, um at leita sær oman á Vágsbø klokkan 22, har hann lovaði kvæðarokk, tungmálm, og buldur og brak.
Og tað sum hann lovaði, tað fingu vit. Um 22-tíðini fluttu fólk seg spakuliga oman á Vágsbø, ímeðan sirmið so líðandi legðist á festivalgestirnar. Sjálvt um regnið køldi herðarnar í fjøldini, kom hiti í tá Brestiskvæði brádliga rungaði um alla Klaksvíkina.
Myndir: Finnur Justinussen / leit.fo
Og tá tungmálmur er á skrá, skal man eisini hava tungmálms stílin. Áðurnevndi forsangarin, tann hárfagri Poul Arni Holm, stóð leðurklæddur fremst og sang fyri til mergjaða kvæðið um brøðurnir Brestir og Beinir og synir teirra, tá teir løgdu leiðina út á Lítlu Dímum eftir vargaseyði. Tað passaði stak væl til.
Fagra blóma
Av tí at veðrið var heldur treiskt, var fjøldin eisini hareftir: køld og stirvin. Men til kendu løgini dugdu tey mest sum alt. Ringar vórðu slignir ymsastaðni á bønum, tá Sinklarsvísan og Jallgrímskvæðið hoyrdust av pallinum, men fjøldin vaknaði ikki heilt fyrr enn eyðkendu orðini hjá Poul F. vórðu sungin: Fagra blóma.
Tann fólkakæra yrkingin fekk allan Vágsbø at vakna, og hvørt mansbarn sang við, tá sungið varð um føgru blómuna. Og stak væl riggaði tað, tá hesin sangurin, sum vit mest kenna frá heimligum veitsluløtum og tulkingini frá Hanus G. Johansen, sála, hóskvøldið varð tulkað í tungmálmshæmi.
Hamradun hava ongantíð áður staðið á so stórum palli. Men hóskvøldið prógvaðu teir, at teir hoyra heima har. Niðurstøðan er tí greið: Á Vágsbøi var Hamradun hamrandi gott.
Myndir: Finnur Justinussen / leit.fo



























