Danmark: Soleiðis skal svik við vitlíki basast

Danmark: Soleiðis skal svik við vitlíki basast
Danska stjórnin hevur nú gjørt av, hvussu svik við vitlíki í miðnámsskúlum skal basast. Trý amboð skulu takast í nýtslu
Savnsmynd
 
06.08.2026 - 18:30

Danska stjórnin hevur nú gjørt av, hvussu svik við vitlíki í miðnámsskúlum skal basast. Trý amboð skulu takast í nýtslu: Teldurnar, sum næmingar nýta, tá teir eru til próvtøku, skulu hava yvirvakingarútgerð í. Summar uppgávur skulu heldur gerast í skúlanum enn heima. Og so skulu tey, sum ganga á HF, og higartil hava latið eina størri skrivliga uppgávu inn sum endaligt avrik, nú eisini verja avrikið munnliga. 

 


Átøkini koma eftir at fleiri miðnámsskúlar hava sagt frá um næmingar, ið nýta vitlíki at svika í próvtøkum og øðrum uppgávum, og um, at lærarar hava eygleitt, at næmingar duga verri at skriva, rokna og hugsa sjálvir enn áður, tí teir brúka vitlíki til at loysa uppgávurnar, teir hava fyri. 
Hetta skrivar Danmarks Radio. 

 


Felagið hjá donskum miðnámsskúlanæmingum, heldur at átøkini eru góð, men eisini at neyðugt er at læra næmingarnar at brúka vitlíki skynsamt.
- Vit kunnu ikki skipa miðnámsskúlar soleiðis, at teir bara geva sviki ans, og ikki leggja seg eftir at nýta vitlíki ábyrgdarfult, sigur Oskar Tønsberg Hoffmann, sum er forfólk fyri felagið hjá miðnámsskúlanæmingum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040