Svartkjafturin skal fiskast nú

Svartkjafturin skal fiskast nú
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil býta stívliga 42.000 tons av svartkjafti til tey 14 skipini, sum kunnu fiska svartkjaft. Andstøðan ivast.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
27.04.2020 - 19:48

Í ár skuldu 41.709 tons av svartkjaftakvotu lutast út til vinnuligar royndir og verkætlanir - ið hava við sær menning, nýskapan og virðisøking. Men leisturin at luta út hesar kvotur er ikki liðugur enn, hóast svartkjaftavertíðin er byrjað.

Nú biður landsstýrismaðurin løgtingið um heimild at víkja frá hesi áseting í sjófeingislógini og luta svartkjaftin út øðrvísi enn upprunaliga ætlað.

Andstøðan í løgtinginum ivast í mátanum, sum landsstýrismaðurin nú ætlar at brúka.

-Eg veit ikki, um øll reiðarí, stór og smá, hava sama tørv á hesum umleið 3000 tonsunum av svartkjafti, ið verða til hvørt skipið, sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, sum heldur at her kundi uppboðssølan komið til sín rætt.

-Nógvar menninarætlanir við svartkjafti eru farnar ígongd, og hesar áttu at fingið sín lutfalsliga part av kvotuni, sigur Bjarni Hammer, framsøgumaður fyri Javnaðarflokkin.

-Landsstýrismaðurin hevur drálað við at fáa málið avgreitt, og nú velur hann í staðin at lata enn fleiri kvotur til tey reiðarí, sum frammanundan hava mest, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum mælir til at halda fast í upprunaligu ætlanina, eisini um avleiðingin kann vera, at svartkjaftakvotur mugu flytast til næsta ár at fiska. 

-Talan er um eina serstøðu við svartkjaftinum, sum bara verður galdandi hesa einu ferðina, sigur Jacob Vestergaard.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776