Hjólini gresja á Mars

Hjólini gresja á Mars
Knarr og gresj hoyrast á ljóðupptøkum frá royndarkoyringini hjá Perseverance á Mars
19.03.2021 - 11:45

Fyri nøkrum døgum síðani var fjarstýrdi rúmdarbilurin Perseverance royndarkoyrdur á gongustjørnini Mars. 

Alt sá út til at rigga væl, og bilurin koyrdi teir fáar metrarnar sum ætlað. Men tá ið vísindafólk settu seg at lurta eftir ljóðupptøkunum frá royndarkoyringini, hoyrdu tey eitt ørkymlandi ljóð. 

Har hoyrist eitt løgið knarr og gresj frá hjólunum á bilinum.

 

Vita ikki, hvat tað er, sum gresjar

Enn hava tey ikki greinað, hvat tað er, sum ríkir uppi á Mars, men sum eitt vísindafólk segði:

'Hevði hetta komið frá mínum bili, so hevði eg koyrt hann á verkstað beinanvegin'. 

Men tað er ikki so lætt, tá ið bilurin er staddur einar 40-50 milliónir kilometrar frá tí nærmasta verkstaðnum. 

Vónandi er ikki heilt galið, men hygg at innslagnum og hoyr, hvussu tað gresjar frá Perseverance á Mars.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179