Kappróður: Mittast ella uttast

Kappróður: Mittast ella uttast
Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya hevur samtykt, at bestu bátarnir ikki longur skulu liggja í miðjuni, men uttast øðrumegin. Tað elvir til kjak
29.03.2021 - 19:06

Mittast ella uttast.

Tað er spurningurin, sum upptekur róðrarfólk í løtuni.

Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya hevur samtykt, at bestu bátarnir ikki longur skulu liggja í miðjuni, men uttast øðrumegin. Ikki øll eru glað um broytingina.

– Um vit koma at liggja nummar eitt alt árið, veit eg ikki, um eg tími at rógva kapp móti Ludvíki við Stein og útvarpsbátinum. Eg vil fegin liggja í miðjuni og hava ein bát í stýriborð og ein í bakborð, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum hevur róð í nógv ár og í løtuni rór við Orminum Langa.

Fróði Magnussen, kassameistari í Havnar Róðrarfelag, sum hevur drúgvar royndir í kappróðri - bæði sum rógvari og fyriskipari - dámar væl nýggja leistin.

– Um vit broyta leistin, so vil tað verða soleiðis, at nummar eitt, tvey og trý nærum sum í dag. Fýra, fimm og seks koma so at liggja nær við hvønn annan, og sjey, átta, níggju og so framvegis, sigur Fróði Magnussen.

Hann heldur, at kappingin verður betri fyri fleiri.

– Eg rokni við, at áhugin fyri at luttaka hjá teimum, sum sita í bátunum verður størri, tí kenslan av at kappast er tað størri, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083