Japanskur dámur á vestara armi á Skálafjørðinum

Japanskur dámur á vestara armi á Skálafjørðinum
Hóast tær eru meir enn 8000 kilometrar heimanífrá, eru japansku spælararnir hjá StÍF falnir væl til í friðaliga føroyska bygdarlívinum
12.04.2021 - 18:56

Tær eru meir enn 8000 kilometrar frá heimlandinum.

Tær fýra, Yuika Kirimoto, Mamoko Nakamura, Mao Otani og Haruka Gima, sum eru komnar úr Japan til Føroyar.

Haruka Gima telist millum bestu hondbóltsspælararnar í Føroyum í ár, og søgan um japanska sambandið í StÍF byrjar við henni.

Ígjøgnum ein danskan umboðsmann fekk StÍF samband við Haruku, sum skuldi venja ungdómsliðini og spæla við besta kvinnuliðnum.Nú er hon ímyndin av endurreista StÍF-liðnum, sum í hesum døgum spælir um FM-heitið móti Neistanum.

 - Fleiri spælarar eru byrjaðir aftur hetta kappingarárið, og liðið er vorðið betur av tí sama, sigur Haruka Gima.

Salta fisk á Vaðhorn

Hinar tríggjar, sum allar eru úr Tokio, komu í fyrstu syftu til Føroyar fyri at arbeiða. 

Tær starvast til dagligt á Vaðhorn á Strondum.

 - Mær dámar væl at arbeiða har (á Vaðhorn, red), men tað er strævið. Eg eri rættiliga móð eftir hvønn arbeiðsdag, sigur Yuika Kirimoto.

Jens Martin Knudsen, virkisleiðari, hevur bert gott at bera teimum.

 - Tær møta væl upp, arbeiða við fullari ferð, eru í góðum lag og eru sera fólkaligar. So tær eru fantastisk arbeiðskraft, sigur hann. 

Trívast hóast stóra mentanarmunin

Teimum fýra dámar væl í Føroyum, og eru falnar væl til, hóast stórur munur er á dukandi stórbýarlívinum undir glógvandi neonskeltunum í Tokio, og friðarliga bygdalívinum á vestara armi á Skálafjørðinum. 

 - Øll kenna tær, og tær tosa við øll. Tær eru sum eitt vanligt bygdarfólk, sum gongur her og melur, sigur Jón Rasmussen, venjari, sum hevur leitt StÍF-liðið til FM-finalurnar.

 - Mær dámar væl her í Føroyum, tí fólkini eru so vinarlig og eru sum ein familja fyri okkum, sigur Haruka Gima. 





 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815