VIDEO: Jasmin verður "Í luftini" í kvøld

VIDEO: Jasmin verður "Í luftini" í kvøld
Eftir Dag og viku í kvøld, verður ein sjónvarpskonsert í røðini "Í luftini". Hesaferð er tað Jasmin og bólkur henna, ið fara at framføra
Bjarni Árting Rubeksen
Jasmin verður at síggja "Í luftini" í sjónvarpinum eftir Dag og viku í kvøld
02.07.2021 - 17:00

Tað er eitt sindur undarligt at hugsa sær, at Jasmin ikki byrjaði at skriva sangir og framføra, fyrr enn hon fór í student. 

Hennara tónlistaleið byrjaði, tá hon møtti Vinjari Egilsnes Petersen og hinum í bólkinum í student, og so hevur tað gingið skjótt. 

Jasmin og bólkurin vunnu Sement í 2017, og Jasmin er í løtuni ein av bjartastu stjørnunum á føroyska tónleikapallinum. 

Alt hetta fortelur Jasmin í konsertsendingini "Í luftini", sum verður eftir Dag og viku í kvøld. 

Jasmin er tann sjeynda í "Í luftini"-røðini. Hini hava verið: 

>>Eivør

>>Joe and the Shitboys

>>Teitur

>>Raske Drenge

>>Son Of Fortune

>>Kata

..... forrestin, so manglar ein konsert sending at koma út á kvf.fo, so tað eru í roynd og veru sendar átta sendingar nú. Konsertsendingin hjá Høgna kann síggjast hjá Faroese Music Export á YouTube. 

>>Høgni

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096