Sverri kemur heim við heiðursmerki

Sverri kemur heim við heiðursmerki
Norskur journalistur er bara í iva, um føroyski rógvarin fær gull, silvur ella bronsu í kapping við sínar tveir størstu kappingarneytar
Sverri Sandberg Nielsen hevur verið sannførandi higartil
27.07.2021 - 19:46

Tað líkist einari finalu, tá Sverri Sandberg Nielsen skal rógva hálvfinalu móti sínum størsta kappingarneyta, týska heims- og evropameistaranum Oliver Zeidler, hósmorgunin. 

27 ára gamli miðvingurin fær eitt OL-heiðursmerki heim við úr Tokyo. Spurningurin er bara um tað verður gull, silvur ella bronsa. 

Tað heldur í øllum førum norski ítróttarjournalisturin Jostein Overvik, sum er við til OL fyri sjeyndu ferð fyri norska blaðið VG. 

Í innslagnum er eisini ein samrøða við Sverra Sandberg Nielsen, sum DR Sporten hevur gjørt. Hon er sjálvsagt á donskum. 

>>Her kanst tú síggja allan róðurin, tá Sverri Sandberg Nielsen róði sín innleiðandi riðil, sum tryggjaði honum pláss í fjórðingsfinaluni. 

>>Sverri Sandberg Nielsen róði seg eisini sera sannførandi í hálvfinaluna, tá hann róði fjórðingsfinalu. Her kanst tú síggja alla fjórðinsfinaluna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313