VIDEO: U21-landsliðið enn eitt stig á kontuna

VIDEO: U21-landsliðið enn eitt stig á kontuna
Við máli frá Andrassi Johansen spældi føroyska U-21 landsliðið við monnum seg til 1-1 javnleik ímóti Norðurmakedónia við Djúpumýru í Klaksvík
07.10.2021 - 16:36

Føroyska U21-landsliðið við monnum spældi í dag 1-1 javnleik ímóti Norðurmakedónia við Djúpumýru í Klaksvík.

Føroyar vóru á odda í hálvleikinum við málið, sum Andrass Johansen skeyt, tá ið átta minuttir vóru spældir. 

Tíggju eftir steðgin javnaði Norðurmakedónia við málið, sum Marko Gjorgjievski skoraði.

Einki mál kom afturat, og U21-landsliðið fekk sostatt enn eitt stig á kontuna. Tey eru nú fimm tilsamans eftir sigur ímóti Armenia, javnleik ímóti Fraklandi og also javnleik ímóti Norðurmakedónia.

Týsdagin spælir U21-landsliðið aftur. Tá er útidystur ímóti Ukraina á skránni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674