Jacob Vestergaard svarar atfinningunum

Jacob Vestergaard svarar atfinningunum
Útlutanin av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir hevur reist so nógvar spurningar, at andstøðan vil hava ein kanningarstjóra at kanna Fiskimálaráðið seinastu 11 árini
12.10.2021 - 09:17

Avgerðin hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at víkja frá upprunaliga tilmælinum frá umstitingini um, hvør skuldi fáa part av kvotunum til vinnuligar royndir og verkætlanir, hevur elvt til kjak og nógvar spurningar um skipanina. 

Andstøðan vil hava ein kanningarstjóra at kanna, um alt er farið rætt fram í Fiskimálaráðnum, tá kvotur verða útlutaðar til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Ikki bara í hesum føri, men seinastu 10 árini.

Og Fiskimálaráðið vil ikki lata innlit í tilmælið, sum varð handað landsstýrismanninum.

Her er ein longri samrøða við Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, sum Uni Holm Johannesen gjørdi um fakliga tilmælið, treytirnar, sum vóru settar umsøkjarunum og kanningarstjóran, sum andstøðan vil hava at kanna umsitingina í Fiskimálaráðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860