Dávid gull í DM

Dávid gull í DM
Dávid á Lakjuni vann gull í donsku Taekwondo-meistaraheitunum, sum vóru um vikuskiftið
22.11.2021 - 16:49

Dávid á Lakjuni vann um vikuskifti DM í taekwondo fyri seniorar undir 58 kilo. 

Í hálvfinaluni vann Dávid 42-17 á einum íðkara úr Hawarang Amager. Í finaluni ímóti Albertslund var javnt, men Dávid dróg longra stráðið og vann til endans 27-19 og DM-heitið.

Umframt gullið hjá Dávidi, fekk Jónas Nielsen triðja plássið í juiniorbólkinum undir 59 kilo.

Høgni Kunoy Dávason bardist ikki orsakað av einum skaða, sum hann fekk til Bosnia Open síðsta vikuskiftið.

Sí endan á finaluni í innslagnum omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026