Gunnar: Leggi ikki í hvar teir spæla

Gunnar: Leggi ikki í hvar teir spæla
Madrid, London ella Napoli. Gunnar Vatnhamar leggur ikki so nógv í fínu adressurnar hjá slovakum, sum vitja á Tórsvølli í annaðkvøld. Hann ætlar sær at vinna
01.10.2026 - 21:02

Madrid, London og Napoli.

Fleiri av slovakisku spælarunum, sum vitja Tórsvøll til dyst ímóti Føroyum í Nations League, spæla á fínum evropeiskum adressum, men tað leggur Gunnar Vatnhamar ikki stórvegis í. 

 - Um eg skal vera heilt erligur, so leggi eg ikki í, hvar teir spæla. Eg brenni fyri at spæla fyri føroya fólki og Merkinum, og fari inn í hvønn dyst upp á sama máta. Tað er líka mikið, um vit spæla ímóti San Marino, Slovakia ella Danmark, so geri eg akkurát tað sama, segði Gunnar Vatnhamar undan triðja Nations League-dystinum í hesum umganginum.

Verjuskansin, sum fyri kortum skifti úr Víkingi í Reykjavík til Vejle BK í næstbestu donsku deildini, telist millum royndu spælararnar í landsliðnum, og trívist væl í trímansverjuni ímillum Andrias Edmundsson, Odmar Færø ella aðrar, sum manna plássini. Eisini bar hann liðskiparabandi eina løtu í Moldova, tá Viljormur Davidsen varð útskiftur.

 - Tað kennist væl. Tað er bara deiligt at hava fingið tað álitið frá venjarunum, segði Gunnar Vatnhamar og rósar annars hinum í verjuni.

 - Eg skal bara práta nokk, so klára hinir tað so ólukksáliga væl. Men eg geri í øllum førum mítt besta fyri at verja málið.

Júst tað verður lykilin fríggjakvøldið, tá bóltkringu slovakarnir fara at søkja at. Gunnar Vatnhamar trýr kortini upp á, at teir megna at halda málið reint.

 - Eitt "clean sheet" og mál. So er sigurin har, segði verjuspælarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595