Sarah Mahfoud skal verja HM-beltið

Sarah Mahfoud skal verja HM-beltið
Í februar 2020 gjørdist Sarah Mahfoud heimsmeistari í boksing í fjaðurvekt. Nú, nærum tvey ár seinni eftir koronuórógv, fær hon endiliga kjansin at verja beltið
06.12.2021 - 18:37

Sarah Mahfoud er endiliga aftur í ringinum. 

Boksarin, sum fyri skjótt tveimum árum síðani vann heimsmeistaraheitið í boksing í fjaðurvekt, skal í januar verja sítt belti fyri fyrstu ferð, og venjingin á Amager saman við venjaranum Bernardo Checa er byrja.

 - Eg havi næstan ikki boksað í tvey. Korona gjørdi, at ein dystur varð avlýstur, sum eg annars vandi fram ímóti, og so vandu vit eisini fyri hálvum øðrum mánaði síðan, men tá vildi boksisambandið, IBF, ikki góðkenna mótstøðukvinnuna, sigur Sarah Mahfoud.

 - Hetta var fyrsta venjing í dag, og nú hava vit ein mánaða, sigur boksarin.

Yvirav Sarah Mahfoud hesa ferð er týska Nina Meinke, sum gjørdist evropameistari í 2018. Hon hevur vunnið 10 av 12 dystum higartil, meðan Sarah Mahfoud er ósigrað enn.

 - Hon er sterk, og hevur boksað í tyngri vektflokkum. Hon hevur ein góðan teknikk, og er ein dugnaligur boksari. So tað verður ikki ein lættur dystur, men tað er eisini tað, sum ger, at tað verður ein góður dystur, sigur Sarah Mahfoud.

Dysturin um heimsmeistaraheitið verður 7. januar.



 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233