- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ í serflokki í 2021
Skjótt var greitt, at KÍ fór at vinna Betri-deildina í 2021.
Sigrarnir komu ein fyri og annar eftir, og sjálvt tá tað sá svart út, vendu klaksvíkingarnir hóttandi tapi til týðandi javnleik.
Sum tá HB tvær ferðir var á odda við Djúpumýru í 7. umfari. Tey flestu minnast helst, hvussu Árni Frederiksberg við ársins máli, javnaði við beinleiðis frísparki upp í hornið.
Út á heystið varð føroyameistaraheitið bert ein spurningur um tíð, og tá klaksvíkingar vendu enn einum hóttandi tapi til sigur á B36 í Klaksvík, kundu spælarar, venjarar og viðhaldsfólk sleppa kenslunum leysum.
- Tað verður bara stuttligari fyri hvørja ferð, sigur Odmar Færø við Árið ið fer í ítrótti.
- Tí onkuntíð, tá tú verður eitt sindur eldri, ivast tú í, um tað seinasta meistaraheitið, tú vann, verður títt síðsta.
Eitt lið uttan veikleikar
KÍ-liðið spældi í roynd og veru eitt nærum fullkomið kappingarár í landskappingini, og sum kappingin leið mistu hini liðini mótið, og savnaðu seg um evropeisku plássini.
Liðið var eirindaleyst - tað vitnar ein 7-0, ein 8-0 og ein 9-0 sigur um - og botnstøðið var rættiliga høgt. Fleiri met komu eisini til Klaksvíkar, millum annað fægst mál ígjøgnum (12) og flest skotin mál (99).
- Vit hava havt eitt gjøgnumført konsept, sum Mikkjal Thomassen hevur roynt at spælt inn í KÍ í nógv ár. Síðan var tað ein blanding av ekstremt dugnaligum, orkuríkum og talentfullum miðvallarum, ein góð blanding av styrkjum í álopinum og eisini eitt ávíst slag av verjuspælarum saman við einum nýggjum fantastiskum málverja. Øll hesi viðurskiftini gingu upp í ár, greiðir Odmar Færø frá.
Sterkastur í myndini stóð Árni Frederiksberg, sum var komin úr B36 í vetrarsteðginum. Hann hevur mangan verið góður, men manglandi FM-heitið tyktiskt motivera runavíkingin til nýggjar hæddir í 2021. Hann legði eisini heitið sum ársins spælara afturat sjálvum gullinum.
Hópurin var breiður, og fór onkur út, komu minst líka sterkir spælarar inn í staðin. Tað sást aftur á stigatalvuni.
Odmar Færø var sjálvur partur av eini verjuketu, sum umframt sterka havnarmannin taldi Jóannes Kalsø Danielsen á høgra bakki, Heina Vatnsdal á vinstra miðverjuplássinum og aloftast Jesper Brinck á vinstra bakkinum. Aftanfyri teir tók Mathias Rosenørn plássið frá Kristiani Joensen, og taldist millum bestu málverjarnar í landinum.
- Tú sást eisini nógvar relatiónir á vøllinum, har spælarar kenna teir, sum teir hava undir liðini á sær, leggur Odmar Færø afturat.
Ivaðist ikki, tá Mikkjal Thomassen gav honum tilboð
Lítil ivi er um, at Mikkjal Thomassen, sum tók við sum venjari í Klaksvík í 2015, eigur stóran lut í menningi, sum besta mansliðið og sjálvt felagið er fari ígjøgnum síðan.
Odmar Færø, sum spældi saman við Mikkjali Thomessen eitt skifti í 2007, og eisini spældi undir honum í B36 seinni, metir núverandi meistaraheitsvenjaran høgt.
- Vit lærdu hvønn annan at kenna í 2007, tá eg flutti heim við familjuni. Tá spældu vit í B36, og longu tá legði tú merki til, at hann helst fór at gerast venjari, tá hann var liðugur at spæla, greiðir Odmar Færø frá.
- Hann kom við viðmerkingum til mín, og lærdi meg nøkur ting, nøkur konsept, og vildi læra frá sær sum ein av teimum eldru spælarunum í hópinum.
- Í 2011 var hann so venjari hjá mær og vísti mær álit, á einum tíðspunkti í karrieruni hjá mær, tá eg var nokkso ungur og óroyndur. Sum miðverji er tað ikki ofta, at tú fært kjansin á einum liði, sum skal kappast um FM.
Seinni fór Odmar Færø til Norra at royna seg, men tá hann í 2020 setti kósina heimaftur, ivaðist hann ikki í, at KÍ var rætta liðið.
- Tað var eftir eitt stutt prát við Mikkjal, at eg kendi meg vísan í, at tað var har, sum eg vildi spæla, sigur Odmar Færø.
Skøvan í lakkinum
Alt gekk upp í eina hægri eind í landskappingini, men í kappingini um Løgmanssteypið gekk eins illa ov í fjør. KÍ tapti fyri NSÍ í fyrsta umfari, og Odmar Færø og hinir kundu bert hyggja at, tá runavíkingar í desember spældu finalu ímóti B36.
- Tað er als ikki nóg gott hjá einum liði sum KÍ, staðfestir verjuskansin stutt.
Eisini í evropeiskum fótbólti gekk ikki eins væl og ætlað. Gamaní, RFS úr Lettlandi var eitt sterkt lið, men eftir 3-2 útisigurin var tað ein herskin biti at svølgja, tá 4-3 tap við Djúpumýru - sum á fyrsta sinni var vertur fyri evropafótbólti - sendi KÍ út eftir fyrstu dystirnar. Tað skal helst ikki endurtaka seg í Klaksvík.
- Sum evropeisku kappingarnar eru skipaðar nú, haldi eg at málsetningurin hjá okkum er greiður. Vit ætla okkum í eitt bólkaspæl, sigur royndi miðverjin at enda.