- Tíðindi, mentan og ítróttur
230 milliónir amerikanarar hava valrætt í dag

Fyrstu valhølini í USA lótu upp fyri góðum trimum tímum síðani, nú miðskeiðisval er í USA í dag.
Valhølini í teimum 50 statunum lata ikki upp samstundis. Síðstu valhølini lata upp kl. fimm seinnapartin.
Knappar 58 milliónir amerikanarar hava longu greitt brævatkvøðu. 230 milliónir amerikanarar hava atkvøðurætt.
Á miðskeiðisvalinum skulu limir í tey bæði kømrini í kongressini, umboðsmannatingið og senatið, veljast.
Republikarnar hava í løtuni meiriluta í báðum kømrunum, men sambært nýggjastu veljarakanningum væntast demokratarnir at fáa meiriluta í umboðsmannatinginum.
Fyri at hava meiriluta í umboðsmannatinginum, sum hevur til samans 435 sessir, skal ein flokkur hava 218 umboð.
Í løtuni væntast demokratarnir at fáa 241 sessir, vísir Real Clear Politics, sum tekur støði í øllum veljarakanningum í USA, skrivar danska TV2.
Eisini í senatinum væntast demokratarnir at fáa ein tepran meiriluta. Í senatinum eru 100 umboð og ein triðingur av senatinum stendur fyri vali í dag.




























