FYRIMYNDIN 2021: Guðrun og Bjørg skapa menning og tryggleika

FYRIMYNDIN 2021: Guðrun og Bjørg skapa menning og tryggleika
Guðrun Jacobsen og Bjørg Djurhuus eru ofta at síggja við ketsjara í hond, og eru við í skúlaleikum, badminton innan skúlans gátt og ikki minst parabadminton
17.01.2022 - 16:26

Tað er leygarmorgun, og Guðrun Jacobsen og Bjørg Djurhuus eru í sínum rætta elementi. 

Venjing í parabadminton er á skránni, og tað er eyðsæð, at samspælið millum venjararnar báðar og íðkararnar er gott. 

 - Tær hava lært meg øgiliga nógv. Bæði sovorði tekniskt úti á vøllinum, men eisini nógv um samanhald, sigur Eydna Mouritsen, sum hevur spælt í fimm ár.

Hon situr í koyristóli, men tað er eingin forðing. Treytin er kortini, at onkur er, sum vil vera venjari, og tað vilja tær báðar, Guðrun og Bjørg. 

Tær hava í fleiri ár talst millum eldsálirnar í føroyskum parabadminton, og síðan 2019 hava tær havt høvuðsábyrgdina av ítróttinum í samstarvi við Parasport Føroyar.

 - Tær eru nærlagdar og eitt gott venjaratoymi, sum eisini skapar menning og tryggleik har, sum tær eru, sigur Katrin Jacobsen í Badmintonsambandi Føroya.

 - Tú sært, at tær tíma og vilja hetta. Tær eru positivar og nærlagdar, og tað er stuttligt at vera saman við teimum, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi hjá Parasport Føroya.

Íðkararnir tykjast vera samdir við ítróttarráðgevanum, tí luttakaratalið veksur alsamt.

Eru uppvaksnar við ketsjara í hond

Tað er einki løgið í, at júst Guðrun Jacobsen og Bjørg Djurhuus eru at finna í badmintonumhvørvinum. 

Tær báðar hava verið virknar í badmintonítróttinum, síðani tær vóru heilt ungar, bæði sum íðkarar og venjarar. Harumframt hava tær umboðað Føroyar
á badmintonlandsliðnum. 

 - Áhugin kemur heilt sikkurt frá, at eg sjálv havi spælt ordiliga nógv badminton, sigur Guðrun Jacobsen.

 - Badminton hevur givið mær so nógv, og eg havi møtt so nógvum fólki, og mær dámar tað so væl, at eg fegin vil læra so nógv, sum eg kann at spæla badminton, sigur fyrrverandi føroyameistarin.

 - Eg hugsi, at drívmegin er nøgdsemið, sum vit uppliva, tá vit koma niðan ein dag sum í dag, og møta glaðum og nøgdum spælarum, sigur Bjørg Djurhuus.

 - At vit kunnu vera við til at skapa ein felagsskap fyri hesar leikararnar við nógvum góðum upplivingum.

Badminton í skúlunum

Umframt parabadminton eru tær báðar eisini virknar í verkætlanunum, Badminton innan skúlans gátt, og í nýggja átakinum, Skúlaleikir, sum fór av bakkastokki í heyst.

Hetta hevur verið til stóra gleði fyri ítróttarlærarar kring landið, sum hava fingið møguleikan at sleppa á skeið hjá teimum báðum, og at fáa hjálp við sjálvari undirvísingini, um áhugi er fyri tí.

 - Tá tú undirvísir í ítrótti, er tað ofta eitt sindur trupult at fara í holt við badminton. Tá tú so fært tvær royndar damur inn, sum hava spælt badminton í nógv ár, hjálpir tað øgiliga væl, bæði sum lærari at fáa so royndar undirvísarar inn. Men eisini hjá næmingunum er tað øgiliga nógv stuttligari at verða undirvístir av ordiliga dugnaligum badmintonspælarum, sigur Hans Karl Højgaard, lærari á skúlanum við Løgmannabreyt.

 - Tað vil siga, at tað er lættari, at taka badminton fram í ítróttartímanum, enn tað annars hevði verið.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444