Samanhaldið rungaði í Norðurlandahúsinum 

Samanhaldið rungaði í Norðurlandahúsinum 
Stór smíl, eygnabrá og stuðul til framførslurnar hjá hvør øðrum eyðkendu ársins Pan-ArcticVision
Piunguałaq og Tooma úr Nunavut vunnu heiðurin fyri sangin, sum gav sterkastu kensluna av felagsskapi og samanhaldi.
 
02.10.2026 - 23:18

Í kvøld varð arktiska tónleikakappingin Pan-ArcticVision fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum. Tónleikarar úr økjum tvørtur um Arktis komu saman í Norðurlandahúsinum við hvør sínum máli, tónleiki og søgum úr heimstaðnum. 

Luttakararnir hava verið nógv saman seinastu dagarnar, og tað sást aftur á pallinum. Stór smíl, long eygabrá, kórsangur og hjálpandi hendur, gjørdi eina sterka ábending um, at tónleikurin longu hevði ført tey nærri hvør øðrum. 

At skapa sambond millum fólk og listafólk í arktisku økjunum er eitt av endamálunum við Pan-ArcticVision. Hetta sást serliga í felagsframførsluni, har luttakararnir hvør í sínum lagi høvdu tónleik úr síni mentan við sær.  

Marius DC umboðaði Føroyar í Pan-ArcticVision og tók virknan lut í felagsframførsluni
 

Tríggir ymiskir vinnarar 

Í Pan-ArcticVision verða tríggir ymiskir heiðrar latnir. 

Orkumikli ungdómurin í íslendska bólkinum Falinn Gjóður hevði boð um kollvelting við sær á pallin og vann heiðurin fyri mest kollveltandi sangin. 

Piunguałaq og Tooma úr Nunavut framførdu í siðbundnum búna við vøkrum sangi. Tey vunnu heiðurin fyri sangin, sum gav sterkastu kensluna av felagsskapi og samanhaldi. 

Nuunu úr Kalaallit Nunaat fekk íblástur til sang sín úr gomlu ræðusøgnini um kvinnuna Erlaveersiniooq. Hon vann heiðurin fyri mest arktiska sangin.

Næsta Pan-ArcticVision verður í Reykjavík. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672