Arbeiðsfólkini hittust í tunlinum

Arbeiðsfólkini hittust í tunlinum
Góður hýrur, tá seinasta skotið var latið av í Sandoyartunlinum í gjár.
04.02.2022 - 13:35

Seinnapartin í gjár var seinasta skotið í Sandoyartunlinum latið av, og í hesum sambandi nýttu øll arbeiðsfólkini hjá NCC, sum ger arbeiðið, høvi at hittast.

Tá grótið frá seinasta skotinum varð ruddað burtur, hittust arbeiðsfólkini á miðjuni í tunlinum og tóku í hondina á hvørjum øðrum. 

Sandoyartunnilin er 10,8 kilometrar langur. Hóast onkrir trupulleikar hava verið, hevur arbeiðið gingið væl, og arbeiðið er fimm mánaðir framman fyri tíðarætlanina.

Sandoyartunnilin skal verða liðugur í desember næsta ár.

Sí myndirnar, sum Jógvan Eli Dam tók til Dag og Viku í gjárkvøldið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860