Føroyar tvær NM-gull í boccia

Føroyar tvær NM-gull í boccia
Áki Joensen gjørdi bart til NM í Reykjavík, har hann vann bæði einstaklingakappingina og double-kappingina í boccia í bólkinum fyri spælarar, ið brúka rennu
Føroyski hópurin væl nøgdur við Áka Joensen í miðdeplinum
Mynd: Parasport Føroyar  
 
19.05.2025 - 15:34

Tað gjørdist eitt frálíkt kappingarvikuskifti fyri Føroyar í Norðurlandameistarakappingini í boccia, sum varð hildin í Reykjavík um vikuskiftið.

Áki Joensen gjørdi bart og vann bæði einstaklinga- og double-kappingina í bólkinum fyri spælarar, ið brúka rennu, skrivar Parasport Føroyar.

Í einstaklingakappingini vann hann allar sínar dystir greitt. Við tekniskum neyvleika og taktiskum yvirliti var hann í serflokki – og tað var ongantíð nakar ivi um, hvør skuldi hava gullið.

Í double-kappingini fylgdi hann upp við einum gullheiðursmerki afturat, saman við finnanum Jari Rummukainen. NM verður í Svøríki um tvey ár, men longu í juni skal Áki Joensen luttaka í altjóða boccia-kapping í Póllandi, har hann skal royna at vinna sær stig til paralympiska luttøku.

Hinir luttakararnir til NM í Reykjavík vóru Meiken Olsen, Elis Michelsen og Astrid Gullfoss, sum spældu í bólki 4.

Meiken Olsen stóð seg best av teimum trimum. Hon vann ein spennandi play-off dyst móti Elis Michelsen og tryggjaði sær pláss í fjórðingsfinaluni, har danska mótstøðan tíverri vísti seg at verða ov sterk.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV