Suðuroyartunnilin er farin aftur í nevnd

Suðuroyartunnilin er farin aftur í nevnd
Løgtingið er nú farið í summarfrí, og í løtuni er óvist, um tað verður kallað saman aftur fyri ólavsøku, tá henda tingsetan endar  
Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at hann ætlar at halda fram at viðgera málið um Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.05.2025 - 16:15

Uppskotið um Suðuroyartunnilin eru farin aftur í fíggjarnevndina.

Undir triðju viðgerð seinnapartin skeyt Sólvit Nolsø í Framsókn upp at beina málið aftur í nevnd, tí nógvar nýggjar upplýsingar eru komnar fram í málinum.

Tað var samtykt við 17 atkvøðum fyri og 15 ímóti.

Sostatt komu tey trý broytingaruppskotini, sum vóru løgd fram við triðju viðgerð, ikki til atkvøðugreiðslu. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði undir viðgerðini, at hóast málið verður beint aftur í nevnd, ætlar hann sær at arbeiða víðari við málinum um Suðuroyartunnilin.

Løgtingið er nú farið í summarfrí, og í løtuni er óvist, um tað verður kallað saman aftur fyri ólavsøku, tá henda tingsetan endar. 

Hoyr samrøðu, sum Sigurjón Einarsson gjørdi við løgmann í útvarpstíðindunum: 

 

19052025_Aksel

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040